Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Visión Norðoyggjar

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Við Norðhavnini hava Norðoyggjar bestu havnaviðurskiftir í landinum. Norðhavnin hevur staðið sína roynd, sum ein sera góð havn og hevur lagt lunnar undir framtíðarútbygging innan fiskivinnu og ferðavinnu. Hetta er besta og tryggasta havn í Føroyum hvønn dag í árinum í øllum veðri.

Við Norðhavnini hava Norðoyggjar bestu havnaviðurskiftir í landinum. Norðhavnin hevur staðið sína roynd, sum ein sera góð havn og hevur lagt lunnar undir framtíðarútbygging innan fiskivinnu og ferðavinnu. Hetta er besta og tryggasta havn í Føroyum hvønn dag í árinum í øllum veðri.

Nú er tíðin komin til at fara eitt stig víðari og gera okkum til reiðar til eina vónandi komandi oljuvinnu. Vit skulu satsa stórt uppá hetta økið og nýta okkara møguleikar fult út.

Turrdokk

Vit hava eitt stórt uppland í grótbrotinum norðuri á Strond. Her kann gerast ein stór turrdokk, sum rúmar heimsins størstu skipum. Hon kann verða út ímóti 350 m long og kann gerast nóg breið til størstu skip. Hendan turrdokkin kundi verið gjørd í stigum.

Grótið frá turrdokkini kundi verið brúkt til at fylt út í Haraldsundi og byrgingin kundi verið hækkað. Her kundu vit fingið eitt stórt økið til smiðjur og annað.

Her kunnu boriplatformar leggja til og fólk frá landi kunnu fara umborð at arbeiða.

Tá tunlarnir norður um fjall verða gjørdir kemur nógv grót út og kann hetta eisini nýtast til ífyllu.

Bryggjukanturin á Norðhavnini kann eisini leingast fleiri hundrað metrar norðeftir. Tá kunnu fleiri risastór ferðamannaskip liggja við bryggju samstundis.

Frystitunlar kunnu eisini spreingjast inn í fjallið um tørvur verður á tí. Grótið frá hesum kundi verið nýtt til ífyllu.

Nógv av hesum, sum eg havi nevnt omanfyri hevur verið frammi áður. Harímillum slóðbrótarar á tí vinnuliga økinum, sum longu fyri 40 – 50 árum síðani sóu møguleikar í oljuni. Tað er sum so tí onki nýtt í hesum. Haldi tíðin nú er komin at endurskoða nógvar av hesum ætlanum og passað tær til tíðina vit liva í nú.

Sí kort niðanfyri