Fyrrapartin í dag skipaði løgmansskrivstovan fyri visiónsfundi í Klaksvík. Nógv fólk møttu upp og orðaskiftið var lívligt.
Evnini, sum vóru viðgjørd vóru altjóðagerð, samfelagsbygnaður og vælferð. Hetta eru evni, sum miðnámsskúlanæmingar á HT-, HF- og frá skúlunum á Kambsdali hava viðgjørt í hesum skúlaárinum. Hartil møttu fólk frá almenna- og heilsuøkinum í Klaksvík.
Einki er at ivast í, at hesi hugtøkini hava stóran almennan áhuga, tí millum áhoyrarnar vóru eisini nýggi formaðurin í Føroya Fiskimannafelag og fólk frá Sjónvarpi Føroya. Í fylginum hjá løgmanni vóru eisini landsstýrismenninir í fíggjarmálum og í almanna- og heilsumálum, Bárður Nielsen og Hans Pauli Strøm.
Millum tey umleið 80, sum møttu upp, vóru nógvir spurningar settir og vit vóru vitni til eitt livandi orðaskifti, har landsstýrismennirnir luttókum.




