Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Visit Faroe Islands á vitjan

Helgi Abrahamsen

Í illveðrinum í morgun vóru Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands, og Johannes Jensen, formaður í nevndini fyri Visit Faroe Islands, á vitjan á Norðlýsinum.

Visit Faroe Islands legði fyri trimum árum síðani fram eina nýggja strategi fyri ferðavinnuna og nú verður kannað eftir, hvussu gongdin er á teimum ymisku plássunum.

Í morgun vóru stjórin og nevndarformaðurin á veg í Kalsoynna, har fundur skuldi vera við Visit Kalsoy, men orsaka av ringa veðrinum varð fundurin hildin á Norðlýsinum. Við á fundinum vóru Magni Garðalíð frá Visit Kalsoy og Ólavur Samson og Olivur Joensen, stigtakarar til ætlanina við Kópakonuni.

Á ferðini í Norðoyggjum hava umboðini fyri Visit Faroe Islands eisini fund við Hotel Klaksvík (sjómansheimið), Jógvan Skorheim, borgarstjóra, og Norðoya Kunningarstovu.

Harleywoodpaint