Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Vit arbeiða langt út á kvøldið!

Jákup Ósá

– Vit arbeiða til tað er liðugt í kvøld, sigur Richard Sørensen, sum er oddamaður fyri arbeiðið handan flisa arbeiðið í Akursmørk, sum liggur á Summar Festival Økinum.

– Vit arbeiða til tað er liðugt í kvøld, sigur Richard Sørensen, sum er oddamaður fyri arbeiðið handan flisa arbeiðið.

Í Akursmørk fríðka teir eisini um nú til Summar Festivalin. Gongubreytirnar í Klaksvík fáa framyvir flisar ístaðin fyri asfalt, sum vit kenna. Hetta arbeiðið er eisini á skránni á Summar Festival økinum. Richard Sørensen er saman við Karl Hera Joensen formaður fyri hesum arbeiðnum.

– Vit arbeiddu til kl. 23.00 í gjár og í kvøld verður tað helst eisini leingi. Vit skulu eisini stoypa seinni, men vónandi verða vit lidnir inni á Summar Festival økinum í kvøld, sigur Richard Sørensen við Norðlýsið. Hann arbeiddi saman við tveimum øðrum við at leggja flisar á í Akursmørk, og tað sá út til at ganga væl og lagið var gott.

Harleyfacadeacryl