Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit blíva klókari uppá B36 og NSÍ

Jákup Ósá

Vinnarin av dystinum í morgin hevur fingið góðkenda byrjan, meðan taparin endar 5-6 stig aftanfyri toppin.

Leygardagin kl. 17.00 sleppa allir føroyingar til Effodyst millum tvey av – á pappírinum – sterkastu liðunum í Effodeildini í ár.

Nú vit eru komin til 3. umfar, so kemur eitt umfar, har ein dystur ikki liggur sama dag og tíðspunkt sum hinir fýra. Hóast leygardagur vanliga ikki samlar føroyingar til fótbólt, so kann vera, at tað verður øðrvísi hesaferð. Tí talan er um áhugaverdan dyst millum tvey av toppliðunum seinastu árini og tvey lið, sum av mongum eru mett at hava realistiskan møguliga at enda heilt ovast á stigatalvuni í ár.

B36 er favorittur

Hóast talan er um tvey sterk lið, so er eingin ivi um, at favorittleikluturin er hjá B36. Fyrst og fremst tí, at B36 síðani 2010 hevur vunnið hvønn heimadyst móti júst NSÍ. Og mangan hevur talan verið um greiðar sigrar. B36 liðið er á pappírinum ikki veikari enn undanfarnu ár. Spurningurin er so, um NSÍ hevur ment seg og lært av undanfarnu dystum í Gundadali.

Dagført 7.apríl kl. 11.49: Skelkur í B36:Lyklaleikari langtíðarskaddur

B36 manglar at spæla ein heilan góðan dyst

B36 hevur fingið eina góðkenda byrjan uppá kappingina. Liðið hevur spælt ímóti teimum báðum bestu liðunum í fjør og báðir dystirnir eru endaðir við javnleiki. Felags fyri báðar er, at B36 hevur spælt ein góðan hálvleik, meðan mótstøðuliðið hevur verið betra liðið hin hálvleikin.

B36 liðið hevur at síggja til fáar veikleikar og tykist fyribils at vera eitt meira fullført lið enn NSÍ. Tórður Thomsen hevur ikki spælt seinastu dystirnar, men ungi eykamálverjin Rói Hentze hevur givið eitt gott fyrsta inntrykk. Enn er hann kanska ikki settur undir nakra stóra roynd, men givið er, at tað kann vera ein váði at hava so ungan málverja. Kanska hongur størsta ivamálið um B36 liðið tí yvir málmanspostinum í løtuni. Í verjupartinum gongur Odmar Færø á odda og er kanska besti verjuleikarin í føroysku kappingini. Á miðvøllinum tekur Eli F. Nielsen sær av tí verjukenda, meðan Róaldur Jakobsen og Lukasz Cieslewicz halda spælið koyrandi og skapa vandamiklu støðurnar frameftir. Enn hevur Patrik Johannesen ikki sligið til í landskappingini, men hansara gjøgnumbrot kann koma skjótt, tí hann er ágrýtin og søkir møguleikarnar. Hann fekk hattrik móti B71, so kanska hevur tað givið trúnna til nakað meir. Á kantunum kunnu tveir av Hannes Agnarsson, Philip Lund og Christian R. Mouritsen á rætta degnum vera millum bestu leikararnar í landinum. Enn vita vit ikki, um teir kunnu avrikað nóg støðugt í ár á hesum plássum.

Eyguni vend móti verjupartinum hjá NSÍ

Hóast NSÍ við einum sigri fer tvey stig framum B36, so hevur byrjanin uppá landskappingina undan 3. umfarinum verið eitt vónbrot. Javnleikurin móti EB/Streymi var óvæntaður, og so tapti liðið ein javnan dyst móti Víkingi, sum altíð svíður í Runavík. Úr Runavík verður sagt, at NSÍ hevur givið fáar møguleikar burtur hesar dystir, og tað tykist vera fokus lagt á, at fáa betri tamarhald á verjupartinum í ár. Í Gundadali hevur verjuparturin hjá NSÍ hesi seinastu árini mangan sæð vánaligur út og hesaferð vera eyguni vend ímóti, um NSÍ hevur lært nakað og um liðið er ment á hesum øki. Seinasta sunnudag spældi NSÍ væl móti 07 Vestur, har serliga Árni Frederiksberg og Bárður J. Hansen á kantunum skaptu nógv, meðan Klæmint A. Olsen og Pól Jóhannus Justinussen eru truplir at hava við at gera hjá øllum verjuleikarum. Tað verður áhugavert at síggja nærdystirnar millum Odmar Færø og Pól Jóhannus Justinussen, tveir av teimum kropsliga bestu leikarunum í deildini. NSÍ hevur helst sæð, hvussu KÍ í fyrra hálvleiki megnaði at trýsta B36 aftur á egnu hálvu. Tað er ikki óhugsandi, at NSÍ fer at royna hetta ein part av dystinum, tí B36 ynskir at spæla seg frameftir ístaðin fyri at sparka langt, og so er spurningurin, um B36 megnar at spæla seg úr trýstinum og um NSÍ megnar at halda eitt nóg ágangandi trýst.

Hart stríð um at sleppa at stýra dystinum

Bæði Jákup á Borg og Anders Gerber hava helst ætlanir um, at sítt lið skal stýra dystinum. Vit sóu B36 í løtum móti Víkingi og KÍ, at liðið trívist ikki væl við at vera sett undir trýst. Spælið skal helst ganga fyri seg á mótstøðuhálvuni fyri at fáa tað besta burturúr leikarunum. Hjá NSÍ er støðan tann sama. Liðið hevur neyvan nóg sterkan verjupart til at standa ímóti einum áhaldandi trýsti, og tí ræður um at fáa sum mest av spælinum at ganga fyri seg á mótstøðuhálvuni, júst sum tað gjørdi móti 07 Vestur. Í mun til B36, so hevur NSÍ til tíðir valt at spælt við lítlum váða, tá liðið verður sett undir trýst við bóltinum, og heldur valt at spæla við fleiri longum sendingum fram á Pól Jóhannus og Klæmint heldur enn at taka møguleikan og royna at spæla seg úr trýstinum. Tí verður hetta helst eitt stríð um at sleppa at stýra dystinum, og tað verður áhugavert at síggja, hvør vinnur tað stríðið. Hetta er ein dystur, sum kann blíva rættiliga undirhaldandi av tí sama, tí tað liggur til bæði liðini at leypa á og mynda dystin. Hóast NSÍ undan dystinum hevur havt eina keðiligari byrjan, so eru vit so tíðliga í kappingini, at hvørt úrslit broytir nógv uppá støðuna. Vinnarin av hesum dystinum kann siga seg vera nøgdan við byrjanina av kappingini, meðan taparin kann staðfesta, at úrtøkan fyrstu trý umførini í stigum hevur verið sera soltin. Ein javnleikur kann neyvan brúkast til so nógv, tí tá missa liðini í mun til t.d. Víking og HB, ið bæði kunnu koma uppá 7 stig sunnudagin. Leygarkvøldið kl. 19.00 vera vit nakað klókari uppá B36 og NSÍ 2017.

Dysturin millum B36 og NSÍ byrjar leygardagin kl. 17.00, og dómari verður Eiler Rasmussen.