Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

”Vit brúka fyrst og fremst útróðrarfisk”

Oliver Joensen

Men gullaks til frikadellufars, sigur stjórin á Sjógæti, Hans Marius í Byrgi, sum samstundis kunnger, at Sjógæti verður í Klaksvík í dag við einum breiðum úrvali av tí sum Sjógæti bjóðar úr sjónum.

Men gullaks til frikadellufars, sigur stjórin á Sjógæti, Hans Marius í Byrgi, sum samstundis kunnger, at Sjógæti verður í Klaksvík í dag, fríggjadagin 29. Januar, við Magnstøðina frá kl. 14.00 – 17.00 við einum breiðum úrvali av tí sum Sjógæti bjóðar úr sjónum.


Vit byrjaðu upp á virkið her í Norðskála í 2009. Tað var soleiðis, at til bar hjá okkum at fáa hendur á bygninginum her, sum normenn áttu frammanundan, og spakuliga hava vit styrkt okkum til tað vit eru í dag, ein sterkur aktørur á føroyska matvørumarknaðinum.

Tað byrjaði við at vit vóru tvey, sum arbeiddu á virkinum, so blivu vit trý, tí virksemið vaks og í dag eru vit fimm fólk í arbeiði á virkinum.  Okkara høvuðsvirksemi hevur verið gullaksafars og fesk fløk. Eg arbeiddi eitt skiftið hjá Tavuni í Leirvík og tá koyrdi eg út við gullaksafarsi. Teir seldu bert í háárstíðini, men eg dugdi at síggja at her var ein møguleiki, tí fór eg undir at røra farsið upp, soleiðis at tað er klárt at koyra á pannuna, og tað hevur víst seg at yvirhála hitt.

Men í fjør broyttu vit virkið, vit bygdu út, soleiðis at vit kundu roykja makrel, laks og svartkalva og hetta er blivið eitt gott bein hjá virkinum at standa á afturat.

Vit á Sjógæti arbeiða bert við tí sum kemur upp úr havinum kring um okkum og tí keypa vit mest av rávøruni frá Fiskamarknaðinum og tað er besti útróðrarfiskurin sum útróðrarbátar av Eiði og í Klaksvík avreiða.

Eg royni alla tíðina at brúka eitt sindur av orku upp á at finna útav onkrum sum manglar á føroyska matmarknaðinum tá vit tosa um fisk og fiskatifeingið. Fiskur er tað besta tú kanst eta, tí er umráðandi at vit kunnu bjóða eitt so breitt úrval úr fiskaúrdráttum, sum til ber, sigur Hans Marius í Byrgi, stjóri á Sjógæti at enda og leggur afturat.


Minnist til fríggjadagin 29. Januar við Magnstøðina frá kl. 14.00 – 17.00 , tá koma vit til Klaksvíkar við øllum fiskaúrdráttunum sum virkið kann bjóða og tað er ikki so lítið – vit síggjast.