Tað er ikki upp til sýslumenn at avgera um tú ella je hava nóg mikið av grind ella ikki. Skal tað takast støða til tann spurningin, má hann viðgerast í landsstýrinum og so má je lýsa eina kunngerð sum sigur at nú verður steðga at drepa grind, tí at øll eiga nóg mikið av grind í einum ávísum økið í landinum, sigur Jacob Vestergaard.

– Sambært lóg kann sýslumaðurin steðga einum drápi um tað gongst sera illa at drepa ella um veðrið ikki er til vildar. Okkara støða í landsstýrinum er at vit drepa grind sum vanligt við at nýta vit og skil, og tað er ikki upp til sýslumenn at avgera. Teir skulu einans syrgja fyri at alt gongur fyri seg sambært lóg.
– Vit hava sjálvandi rætt til at gagnnýta alt okkara tilfeingið og longur er tann søgan ikki. Vit gera sum vit altíð hava gjørt og hava fullan rætt til og tað havi eg gjørt greitt á fundi har sýslumennirnir eisini vóru umboðaðir, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.