Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Vit eiga áhaldandi at varpa ljós á sálarliga heilsu

Jóhann Lützen

Beinta Klakstein, forkvinna í trivnaðarnevndini børn og ung, hevur seinastu árini gingið á odda umboðandi Klaksvíkar kommunu í verkætlanini hjá fólkaheilsuráðnum, ABC fyri sálarliga heilsu. Við heilsufremjandi tiltøkum so sum gongutúrum, fyrilestrum og tiltøkum, hevur Klaksvíkar kommuna seinastu árini savnað borgarar til frama fyri at verða virkin, saman og hugbundin.

Vika 41 er vikan, har Fólkaheilsuráðið saman við sínum samstarvspørtum varpar ljós á sálarliga heilsu.

– Beinta Klakstein sigur, at árið í ár hevur ikki lagt upp til, at vit skulu vera saman, sum vit áður hava verið, og at tað kann hava skapt avbjóðingar fyri fleiri.

– Tað er av stórum týdningi, at vit júst í ár ikki gloyma at seta sálarligu heilsuna á breddan. Í ár hava vit valt at seta fokus á tiltøk, sum fólk í nærumhvørvinum seta í verk, og har ein partur av tiltakinum nemliga er, at vera saman, virkin og hugbundin. Tí var tað ordiliga stuttligt at frætta, at Soli Deo Gloria hevði fingið ein enskan listamann, sum er búsitandi í Danmark, at koma heim til Føroyar at arbeiða við hesum evninum.

Listamaðurin Neil Tye hevur seinastu dagarnar hildið eitt skeið fyri ungum, har ymiskir listarligir arbeiðsháttir hava verið royndir. Úrslitið verður avdúkað, tá ið listarverkini verða hongd á veggin kring økið, har nýggja mentanarhúsið verður bygt.  

Ein sterk ljósstrála verður somuleiðis sett upp hinumegin veggin, niðri í tí djúpa holinum, har arbeitt verður í løtuni. Harumframt verða smá litføgur ljós sett upp á økinum kring posthúsið.

 

Gongutúrur og fernisering leygarkvøldið kl. 20.00

Tiltakið byrjar kl. 20.00 leygarkvøldið. Møtt verður á posthúshorninum, har Beinta Klakstein bjóðar vælkomin. Síðani verða ljósini tendrað og ein stuttur gongutúrur, sum endar aftur á posthúshorninum, har listaverkini verða avdúkaði. Tá verður eisini bjóðað heitt kakao, kaffi, te og okkurt leskiligt. Eisini fáa børnini eina kula ABC-ballón við helium. Tó er avmarkað nøgd.

Umframt hetta verður møguligt hjá teimum luttakandi at skriva á veggin og svara t.d. spurninginum, sum fólkaheilsuráðið hevur sett á breddan í ár, sum snúgva seg um: “hvat ger teg glaðan?” ella “hvat gevur tær orku” ella onkur annar spurningur frá krabbagogguni, sum hevur verið eitt amboð, sum fólkaheilsuráðið eisini hevur ment.

Harleywoodpaint