Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit eiga at skilja Jákup

John William Joensen

Venjarin hjá KÍ, Ove Flindt Bjerg, sigur at vit mugu ikki vera so patriotisk at vit ikki duga at síggja at hetta var tað besta fyri familjuna hjá Jákup Mikkelsen



KÍ venjarin sigur at tað sjálvandi er ein stórur missur fyri KÍ at Jákup ikki verður partur av hópinum komandi ár.


Men Jákup er ikki ein einsamallur persónur. Hann er familjumaður við konu og trimum børnum og nú hann skal ganga í skúla í Havn er tað eingini ivi um at tað er betur fyri familjuna at tey flyta til Havnar.


 


Stoltur av Jákupi.


Skal eg siga sum er so eri eg stoltur av at hava havt møguleikan at arbeitt saman við Jákup.


Hann er eitt fantastiskt menniskja og ein góður málverji. Eg og kona mín ynskja honum og familju hansara alt tað besta og vóna at hann far tað gott í B36.


 


Fleiri málverjar


KÍ venjarin heldur ikki at málverjar eru nakar trupuleiki hjá KÍ.


– Vit hava ein ungan málverja í løtuni sum er í stórari menning. Harafturat hava vit baði Meinhard Joensen og Karstin Joensen sum spæla við øðrum feløgum, og tí síggi eg ikki nakran trupuleika í at fáa ein í staðin fyri Jákup.


– Eg ivist heldur ikki í at Jákup í framtíðini aftur verður at síggja í KÍ og tað kunnu vit bara gleða okkum til.