Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit eiga ein evnaríkan hóp

John William Joensen

sigur høvuðsvenjarin hjá KÍ, Oddbjørn Joensen, sum eisini gleðir seg til dystin móti TB sunnudagin

KÍ-liðið sum fór á vøllin í fuglafirði var tað sama sum til dystin móti EB/ STR í Klaksvík.
Tó avloysti Kristoffur Jakobsen, Eyðun Klakstein, sum vegna skaða ikki verður tøkur næstu dystirnar.
Karstin Joensen í málinum, Leon fluttur á vinstra bakk, Kristoffur á høgrabakki, Jan og Niclas í miðverjuni. Á miðvøllinum var Hjalgrím sentralur, Atli til høgru og Høgni til vinstur. Í álopinum vóru teir tríggir Heðin (í vinstru síðu), Arnold (í høgru síðu) og Ovi Nysted (í miðjuni) 
Í 80. min. Erling Fles inn fyri Arnold. Í 81. min. Sigmund Jacobsen inn fyri Hjalgrím Elttør. Í 84. min. Julian inn fyri Høgna.

Venjarin nøgdur
Oddbjørn Joensen sigur at alt liðið hevur æruna av sigrinum í Fuglafirði.
– Teir stóðu saman sum ein maður, og bardust sum úlvur á skóg. Harafturat høvdu teir dirvi til at spæla fótbólt og málini vóru sannar perlur.
– Fuglfiringar áttu fyrstu 15 minuttirnar men so við og við komu vit inn í dystin og tá Heðin skorar til 1-0 í 38. minutti hava vit tak á støðuni.
– Allan dystin vóru vit sera vandamiklir í álopinum og tvær ferðir kolldømdi dómarin vegna rangstøðu tá vit annars høvdu skora.
– Tí var sigurin fult uppiborin og átti kanska at verið størri.

Breiðari hóp
Oddbjørn Joensen hevur nú skjótt tvær vikur á baki sum KÍ venjari og hóast hesa stuttu tíð so hevur hann gjørt sær nakrar metingar um leikarahópin.
– Vit hava ein evnríkan hóp av leikarum, men eg haldi at vit hava brúk fyri fleiri leikarum soleiðis at kapping verður um øll plássini.
– Eg havi boða leiðsluni frá at eg kundi ynskt mær tríggjar leikarar afturat. Ikki tí at teir skulu koma ístaðin fyri teir sum eru, men tí at kappingin er sera long og tað tí verður neyðugt hjá okkum at brúka nógvar leikarar.
KÍ venjarin sigur at møguleiki er fyri at ein leikari kemur um stutta tíð, men annars er ikki so lætt at fáa fatur á leikarum hesa tíðina.

Ungdómarnir sterkir
KÍ venjarin letur væl at yngra partinum av KÍ hópinum.
– KÍ eigur fleiri góðar ungar leikarar og sunnudagin slapp Sigmund Jacobsen at royna seg fyri fyrstu ferð á 1. liði. Hann kom væl frá uppgávu síni og havi eg mælt leiðsluni til at gera ein ungdómssáttmála við Sigmund, sum er ein sáttmáli sum aðrir ungdómar í KÍ hópinum hava.

TB í Klaksvík
Fyri fyrstu ferð í mong ár sær út til at vit fáa ein spennandi dysti móti TB í Klaksvík.
Í 80- og 70unum var TB  millum fremstu føroysku liðini men 90ini hava verið eitt vónbrot hjá elsta felagnum, sum hevur brúkt nógv av tíðini í 2. deild.
Nú eru Tvøramenn við aftur og hava teir fingið góð úrslit í seinastuni. TB liggur sum nummar fimm, tvey pláss frammanfyri KÍ og tí eru teir favorittar í Klaksvík sunnudagin.
Men TB hevur ongantíð havt tað lætt í Klaksvík og KÍ venjarin gleðir seg til dystin.
– Tað er mín uppgáva at fáa armarnar hjá leikarunum so skjótt niður aftur sum gjørligt eftir sigurin á ÍF og vit hava eisini arbeitt hart fram móti TB dystinum sunnudagin.
– Teir hava eina sera sterka verju og teir leggja seg eftir at mótstøðuliðini ikki skora.
– Tí verður tað ikki lætt hjá okkum at fáa hol á tí TB hevur støðugt 7 mans afturi í verjuni.
– Men vit skylda klaksvíkingum ein sigur í Klaksvík og skulu vit koma longur fram á stigatalvuni er neyðugt hjá okkum at vinna heimadystirnar.
– Eg haldi eisini at vit eiga at fara hugagóðir til verka tí tað eru bert sjey stig fram í toppin í løtuni, men kravið er at vit ikki snáva.

Harleywoodpaint