“Vit eiga at umhugsa at skifta til evruna” sigur Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini.
Sum skylst er meiriluti í Danmark fyri at skifta donsku krónuna um við evruna. Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri hevur latið upp fyri møguleikanum, um atkvøðugreiðslu um at nýta
evruna sum gjaldoyra ístaðin fyri donsku krónuna.
Í hesum sambandi eiga vit eisini at umhugsa at Føroyar tekur evruna sum gjaldoyra.
“Fyri stabilitetin í samfelagnum er umráðandi hava sterkt gjaldoyra, tað hevur fíggjarkreppan seinasta vikurnar prógva “sigur Anfinn Kallsberg, formaður í Fíggjarnevndini
Rentan fyri evruna er 1,75% minni enn danska krónan. Fyri eitt vanligt húsarhald sum hevur tikið 2 milliaónir í sethúsaláni svarar hettar til 2000,- minni í rentuútreiðslum um mánaðin eftir rentustuðul. Landskassin hevði tískil eisini goldið munandi minni í rentustuðli umframt, at rentubyrðan hjá vinnulívinum eisini hevði veri minni.




