Í samband við oddagrein ”Veljarin eigur at minnast til Klaksvíkar- og Suðuroyar Sjúkrahús” heittu vit á veljaran, um at hugsa um týdningin av einum tryggum og vælvirkandi sjúkrahúsverki í Norður- og Suðurøkinum, tá krossur skuldi setast í samband við býráðsval. Hetta fall formanninum í Norðoya Javnaðarfelag fyri brósti.
Í samband við oddagrein ”Veljarin eigur at minnast til Klaksvíkar- og Suðuroyar Sjúkrahús” heittu vit á veljaran, um at hugsa um týdningin av einum tryggum og vælvirkandi sjúkrahúsverki í Norður- og Suðurøkinum, tá krossur skuldi setast í samband við býráðsval. Hetta fall formanninum í Norðoya Javnaðarfelag fyri brósti.
Í svarið til Norðlýsið skrivar hann:
….Tað er rætt, at føðideildin eftir fakligum tilmæli varð niðurløgd á Klaksvíkar Sjúkrahús í 2010. Samstundis varð eitt ryggambulatori stovnsett á KS, og tveir fysioterapeutar vórðu settir afturat í fast starv á Klaksvíkar Sjúkrahús fyri at styrkja um endurvenjingina. Somuleiðis er vert at minnast til, at Aksel V. Johannesen legði Heilsutrygd í Klaksvík og hevði hetta áleið 10 størv við sær. Undanfarna samgonga við Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum niðurlegði urologisku deild á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Tey uppraðfestu einki á Klaksvíkar Sjúkrahús og fluttu ongan stovn til Klaksvíkar.
Javnaðarflokkurin fór til val til síðsta løgtingsvalið uppá, 3 leiðslur og 3 sjúkrahús. Tað heldur Javnaðarflokkurin enn fast í. Javnaðarflokkurin er somuleiðis ímóti at bráðfeingistilbúgvingin á Klaksvíkar Sjúkrahús verður niðurløgd…..
Vit tosað ikki um arbeiðspláss
Vit á Norðlýsinum fegnaðust um at Aksel V. Jóhannesen, sum táverandi landsstýrismaður í Heilsumálum, avgjørdi at nýggi almenni stovnurin Heilsutrygd, skuldi halda til í Klaksvík og eisini vóru vit samd við táverandi landsstýrismannin, tá ryggambulatori varð stovnsett á KS, og tveir fysioterapeutar vórðu settir í fast starv á Klaksvíkar Sjúkrahús fyri at styrkja um endurvenjingina.
Eisini fegnaðust vit um at undanfarna samgonga framdi hart tiltrongdar umbyggingar fyri 15 mió. kr. á Klaksvíkar Sjúkrahúsið, hóast hetta var lítið í mun til átrokandi tørvin á íløgum, sum er á Klaksvíkar Sjúkrahúsið.
Tað hevur týdning at øll almenn arbeiðspláss ikki pr. automatik endað í Tórshavn, men hetta hevur einkið at gera við almenna heilsu- og sjúkrahúsverkpolitikkin at gera.
Eiga at menna lokalu sjúkrahúsini
Norðoyingar og suðuroyingar hava krav uppá at vit eisini í framtíðini, eins og borgarar í høvuðsstaðnum, hava tryggleika í einum vælvirkandi lokalum sjúkrahús- og heilsuverki.
Tað setur stór krøv til politisku skipanina og sjúkrahúsini og tí vóru vit hart ímóti tá avgerð varð tikin um at niðurleggja føðistovurnar og savnað alla servitan í Havn. Avgerðin var eisini í andsøgn til tann veruleika at føðideildin á landsjúkrahúsinum ikki líkur tey krøv, sum danska heilsustýri setur til føðideildir í Danmark.
Her átti politiska skipanin sjálvandi at uppstiga tilbúgvingarnar á smærri sjúkrahúsunum, so føðideildirnar vóru í tráð við nútíðar krøv – men ístaðin valdu politisku myndugleikarnir at stongja deildirnar.
Við at steingja deildirnar, mistu sjúkrahúsini førleikar, og tað hevur havt eina negativa ávirkan á framtíðar útlitini hjá lokalu sjúkrahúsinum. Allar íløgur í Føroyska sjúkrahúsverkið hava seinastu 16 árini verið gjørdar í Havn, meðan tað er vorið akseptabult at stongja partar av sjúkrahúsverkinum í Norðoyggjum og Suðuroy.
Hettar fær so ella so avleiðingar fyri álitið á lokalu sjúkrahúsini og harvið heilsuverkið í økjunum uttan fyri høvuðsstaðin.
Um vit fáa fleiri fysioterapeutar til Norðoyggjar fer hetta ikki at styrkja trygdina í einum vælvirkandi sjúkrahúsverki, men er sjálvandi positivt fyri tey av okkum, sum hava brúk fyri endurvenjingum og tílíkum.
Urologiin var umskipað, og er í dag samskipað á øllum trimum sjúkrahúsunum, men eisini hesum fylgdu vit væl við í á Norðlýsinum og skipaðu enntá fyri fundum millum táverandi landsstýrsmann og politisku lokalfeløgini í norður økinum.
At einans eitt sjúkrahús verður í framtíðini í Føroyum, verður ein vanlukka fyri norður- og suðurøki. Einasta verjan móti hesi gongdini eru vit sjálvi, sum búgva í hesum økjunum. Eru vit líkaglað við okkara heilsuverk, ja so er eingin framtíð fyri smærru sjúkrahúsini. Fyri ungdómin og framtíðina er eitt vælvirkandi sjúkrahúsverk eitt must og tí hevur hetta alstóran týdning fyri tryggleikan og trivnaðin í lokalsamfeløgunum kring um í landinum.
Ein tøkk til Norðoya Javnaðarfelag
Formaðurin í Norðoya Javnaðarfelag minnir í almennum brævið á, at Javnaðarflokkurin fór til val til síðsta løgtingsvalið uppá, 3 leiðslur og 3 sjúkrahús. Tað heldur Javnaðarflokkurin enn fast í.
Hesa áminning skal Norðoya Javnaðarfelag hava tøkk fyri nú leiðslan á Suðuroyar Sjúkrahúsið hevur kastað handklæði í ringin, og landstýriskvinnan í Heilsumálum hevur vælsignað eitt tilmælið, har mælt verður til, at avtaka sjálvsábyrgdina á lokalu sjúkrahúsinum og seta á stovn eina skrivstovu í Havn, at umsita tey trý sjúkrahúsini.




