Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit eiga ikki at lata okkum steðga av gomlum fordómum

John William Joensen

sigur formaðurin í uttanlandanevndini hjá Løgtinginum, John Jóhannesen, sum tó er varligur í ES málinum

– Eg má siga at tað er við áhugað at eg fylgi orðaskiftinum í Íslandi í løtuni og vit eiga at verða vakin og halda eygað við gongdini.

– Men hinvegin verður tað sera trupult fyri Føroyar at fara inn í ES sum ein partur av danska ríkinum.

– Ein Íslendskur ES limaskapur fer sjálvandi at ávirka Føroyar men trupult er at siga her og nú hvussu hetta fer at ávirkað okkum.

– Trupuleikin við føroyska ES orðaskiftinum er at tað hongur tætt saman við kjakinum um framtíðarstøðu Føroya og tí er sera trupult at kjakast um ein føroyskan ES limaskap.

– Skulu vit inn í ES sum ein danskur landslutur so fer hetta at kostað okkum grundleggjandi rættindi og tí er hetta kjakið ikki so áhugavert fyri okkum í løtuni, sigur formaðurin í løgtingsins uttanlandanevnd, John Jóhannesen.