Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit eiga ikki at óttast ES revsitiltøk

John William Joensen

At ein donsk stjórn luttekur í revsitiltøkum móti Føroyum og m.a. ætlar at stongja danskar havnir fyri føroyskum skipum er nakað sum eg fyrst má síggja áðrenn eg kann trúgva, sigur Føroya Løgmaður nú vit fyri fyrstu ferð í søgu Ríkisfelagsskapin’s fara at upplivað at ein donsk stjórn setir handilsbann í verk móti Føroyum.

At ein donsk stjórn luttekur í revsitiltøkum móti Føroyum og m.a. ætlar at stongja danskar havnir fyri føroyskum skipum er nakað sum eg fyrst má síggja áðrenn eg kann trúgva, sigur Føroya Løgmaður nú vit fyri fyrstu ferð í søgu Ríkisfelagsskapin’s fara at upplivað at ein donsk stjórn setir handilsbann í verk móti Føroyum. 

Undanfarnar danskar stjórnir hava altíð sagt at kongaríkið er eitt eindarríkið, men hetta verður broytt nú danska stjórnin undir leiðslu av danska Javnaðaflokkinum fer at nokta føroyskum skipum at koma í danskar havnir. Harafturat ferð danska stjórnin sum eitt av limalondunum í ES at seta eina røð av handilstiltøkum í verk. Donsk feløg sleppa ikki longur at gera avtalur við føroyskar vinnufyritøkur og keypa og søla av skipum millum Føroyar og Danmark verður at halda uppat. Afturat øllum hesum sleppa føroyskar skip/vinnufyritøkur ikki longur at keypa útgerð og eykalutir í Danmark. Einastu fer føroysk skip hava verið noktað at koma í danska havn var undir seinra heimsbardaga tá Nazistarnir hertóku Danmark og táverandi danska javnaðarstjórnin var sett uttan fyri ávirkan.

Kaj Leo: Maðurin ið vildi hava politiska ávirkan og stjórna landinum 

Tað verður av mongum sagt at tað er lagnunnar speisemi at tað júst er ein sambandsløgmaður sum stendur við stýrisvølin nú nógv stendur á Ríkisfelagsskapinum. Kaj Leo Holm Jóhannesen tók við sum formaður í Sambandsflokkinum í 2004 beint eftir at ABC samgongan varð skipað og tá hann var valdur til formann setti hann flokkinum tvey mál – ávirkan og at Sambandsflokkurin aftur skuldi gerast stórsti flokkur. Í 2008 valdi Føroya Løgting hann til Løgmann samstundis sum álvarsom búskaparkreppa var farin at herja um allan heimin. Tann 14. oktober fór stórsti og elsti peningastovnurin í Føroyum, Eik Banki, á húsagang og góðar 15 minuttir áðrenn húsagangurin var kunngjørdur fyri almenninginum, og serliga banka-bjargingarfelagið hjá Fíggjareftirlitinum ”Fíggjarligt Støðufesti” tók yvir tað sum eftir var av bankanum, var Norðlýsið á vitjan hjá Løgmanni í Tinganesi. Tað var sjónligt at vit hittu ein avkláraðan løgmann sum stutt frammanundan saman við landsstýrinum hevði tikið avgerð um at eingir skattapengar skuldu brúkast til at bjarga bankanum hóast stórt trýst varð lagt á Landsstýrið og serliga løgmann av kapital áhugamálum, sum stóðu til at missa pengar. 

– Vit eru í einari trygdarskipan – og hon skal nú sleppa at standa sína roynd segði løgmaður í samrøðu við Norðlýsið. Hóast tað var sjónligt at avgerðin at lata stóra føroyska peningastovnin fara á húsagang ikki var ein løtt avgerð – so metti Løgmaður at hetta var ein røtt avgerð – og so mátti tíðin vísa um hann og landsstýrið hevði rætt.

Løgmaður: Vit kunnu ikki bakka 

Nú vit eru í 6. árið við Kaj Leo Holm Jóhannesen, sum Løgmanni standa Føroyar fyri eini sera stórari avbjóðing – tí ES hevur fráboða harðlig revsitiltøk móti Føroyum í samband við at Føroyar ásettu egna kvotu av Norðhavssild og Makreli. Politiska skipanin tykist standa sera væl saman um avgerðina hjá Landsstýrinum at krevja Føroyum sjálvsøgd rættindi – at veiða Norðhavssild og Makrel í egnum sjóøkið nú alsamt meira makrelur og sild leita inn í føroysk sjóøki. Aftur hesuferð er maðurin sum hevur evstu ábyrgd av førda politikkinum, Kaj Leo Holm Jóhannesen, – og tá vit hittu hann hósdagin var hann rættiliga avklaraður og sannførdur um hetta sera álvarsama og eyma politiska málið. 

– Vit vistu at tað fór at kosta tá vit settu okkum sjálvum eginkvotu av norðhavssild og makreli og støðan er tann at vit kunnu ikki at bakka fyri trýsti. Vit hava rætt til størri eginkvotu og kunnu undir ongum umstøðum lata okkum trýsta til av órættum at frásiga okkum rættindi í egnum havøki. 

– Uttanríkisdeildin hjá landsstýrinum og Uttanríkisráðið hjá donsku stjórnini hava gjørt eitt megnar arbeiði fyri at ávirka ES limalondini í hesum málinum og eg eri sannførdur um at vit hava gjørt tað sum vit kunnu. At ES velur at brúka vald og roynir við valdsnýtslu at noyða okkum at frásiga rættindi til okkara egna tilfeingi er ein tragedia – men vit kunnu ikki bakka. Vit liva av tilfeinginum sum svimur í havinum kring oyggjar okkara og tí er tað neyðugt at vit standa saman um at krevja okkara rættindi til hetta dýrabara tilfeingið. Eg kann eisini staðfesta at politiska skipanin stendur saman við landsstýrinum í hesum málinum og hvat tiltøkum viðvíkur mugu vit bara síggja hvussu tey fara at virka í verki. 

– Vit eiga ikki at óttast tá vit eru noydd at stríðast fyri tí sum rætt er.