Tað hevur týdning at okkara børn eta sunt og kenna seg mett og væl uppløgt, tá tey eru í barnagarði og skúla.
Eitt av mínum hjartamálum er at fáa eina heilsugóða matarskipan inn á skúlan og á barnagarðsøkið. Fyrimunir og vansar skulu tó kannast og greinast væl, áðrenn býráðið kann taka støðu til eina nýggja matarskipan. Undan summarfrítíðini varð ein arbeiðsbólkur settur at kanna møguleikarnar. Og vit eru nú farin til verka!
Mikudagin var arbeiðsbólkurin á íblástrarferð á Glasi, fyri at hoyra nærri um ta matarskipan, sum miðnámsskúlin í Havn bjóðar ungum lesandi.
Í nógv ár hava føroysk børn havt matpakka við heimanífrá. Men okkara grannalond vísa á fleiri fyrimunir við at hava matarskipanir á skúlum og stovnum. Men viðurskiftini eru ymisk frá stað til stað, og eg meti tað er týdningarmikið, at vit hugsa í góðum lokalum loysnum.
Her í Klaksvík hava vit møguleika fyri at ganga undan. Hóast gerandisdagurin er nógv broyttur, so mugu vit ikki gloyma góðar føroyskar matvanar og siðir. Og at vit eiga nógva orkugevandi ráðvøru. Men kanska eisini ov nógvar frystiboksir.
Vit skulu hugsa sjálvbjargið, praktiskt, kreativt og heilsugott. Og ikki innflyta dýrar pakkaloysnir.
Og fyrimunurin kemur samfelagnum og tí einstaka borgaranum til góðar.
Tað er í barnaárunum, at vit skulu vaksa og mennast og rættur matur gevur okkum betri javná, hugbindindi og orku.
At eta saman eigur eisini at vera ein góð uppliving, sum styrkir samanhaldið í flokkinum.
Felags máltíðin kann somuleiðis vera eitt gott høvi hjá læraranum og pedagoginum at geva sjálvum matinum nøkur orð á vegnum. Vit búgva í einum uppalandi samfelagi. Og frá barnaárum av skulu vit gerast tilvitaði um góðsku, kostnað, føðsluvirði og matoysl. Og hvat er ósunt fyri likamið. Tað eigur at vera natúrligt, at vit tosa um kostin. Tí matur er eisini landalæra, søga, lívfrøði og rokning.
Fólkið her á landi eru signaði við nógvum góðum tilfeingi. Tað er bara ein spurningur, hvat vit duga at fáa burturúr av øllum tí góða, sum havið og jørðin gevur okkum, á ein skynsaman og meiningsfullan hátt. Og tað er sjálvandi eisini ein partur av lívsins skúla.
Annika S. Biskopstø
Forkvinna í heilsunevndini



