sigur ein sera varligur bankastjóri sum váttar at tað gongur trekt at finna eina loysn við Kósavirkinum
Súni Schwartc Jacobsen, stjóri í Føroya Banka sigur at tað gongur trekt við at finna fram til eina loysn.
– Vit fara ikki út í pressuna at samráðast – men í løtuni eru vit í eini tilgongd og trupult er at siga nakað um nær og hvussu komið verður á mál.
– Men tað er eisini annar fíggingarstovnur inni í myndini og tí er tað ikki bara vit í Føroya Banka – sum hava ávirkan á tingini, sigur Súni Schwartc Jacobsen, sum heldur einki vil siga um nær ella um ein avkláring er á veg.
Hann vil hvørki vátta ella avsannað tíðindi um at aðrir partar enn Maru Seafood skullu verða áhugaðir í Kósavirkinum.




