Tá kappingarárið endaði í fjør vóru tað neyvan mong sum ímyndaðu sær at KÍ bert fáar mánaðar seinri skuldi spæla í finaluni um Løgmanssteypið.
Tony Paris valdi at byrja við somu manning mikukvøldið, sum syrgdi fyri 3-0 sigrinum á Skála fyri viku síðan.
Tað var vantandi at snildi Skálavenjarin Jóhan Nielsen, fór at finna upp á okkurt fyri at taka klaksvíkingar á bóli og her fingu vit sjón fyri søgn.
Tað var ein heilt sjálvtsom uppstillin, sum Skála venjarin legði út við. Teir høvdu frá byrjan tríggjar áleyparar men aftanfyri áleypararnar hevði Skála ein eyka miðvallara í høgru síðu, sum eisini reikaði inn á miðuna.
Hetta skapti stórar trupuleikar á KÍ miðvøllinum tí uppdekkingin gekk ikki upp og hetta skapti vandamikla yvirvág til Skála frá byrjan. Her fingu KÍ leikararnir ein smakk uppá hvussu dugnaligur Skálavenjarin er og tað gingu einari 15 minuttir áðrenn klaksvíkingar funnu stevið og so við og víð fekk KÍ meira spæl.
Tað skal tó sigast at KÍ verjan stóð seg sera væl og serliga kom miðverjan væl frá sýni uppgávu.
Dysturin
Tá umleið hálvur tími er leiktur er trýst á Skála. Eftir eitt miseydnað innleg frá Heðin endar bólturin hjá Atla sum heddar inn til clapson. Clapson roynir seg, men bólturin endar hjá Símun Joensen sum smekkar til og via verjuleikara endar bólturin í netinum.
Nú lætnaði hjá KÍ viðhaldsfólkunum og Skála leikararnir byrjaðu at hanga við høvdinum.
Men Jóhan Nielsen var ikki liðugur enn. Hann tekur beinanvegin eftir KÍ skoringina og broytir liðskipan til 3-4-3.
Men leikararnir hjá Skála vóru mótfalnir og hóast góðu royndirnar hjá venjaranum var klárt at teir høvdu givið upp eftir eina ikki sera væl eydnaða landskapping.
Í seinra hálvleiki var KÍ við yvirlutan. KÍ hevði tá havt fleiri góðar møguleikar og tá seinri hálvleikur er hálvrunnin far KÍ seinra málið.
Skála verjan ruddar burtur eftir eitt KÍ innlegg men bólturin endar hjá Sinisa Jovanovic sum úr 25 metrum heilfluktar bóltin í Skála málið.
Nú var klokkan sligin hjá Skála og restin av dystinum stóð í KÍ tekninum.
Áskoðarafjøldin fagnaði liðnum seinasta hálva tíman og tá dysturin var liðugur tustu ovurfegnu áskoðararnir inn á vøllin.
KÍ hevur nú vunnið seg í finaluna og tað má sigast at vera ein stórsigur fyri felagið, sum fyri bert fáum mánaðum síðan stríddist fyri at sleppa undan niðurflyting.
Finalan verður móti B36 og tað má sigast at vera uppreisn fyri finalistarnir sum í fjør vóru tveittir út úr steypakappingini.
KÍ-liðið (4-4-2):
Meinhardt Joensen – Kristoffur Jakobsen, Jan Andreasen, Atli Danielsen, Marek Wierzbicki – Hjalgrím Elttør, Sinisa Jovanovic (73. Høgni Madsen), Símin Joensen, Heðin á Lakjuni (lðsk) – Christian Lundberg, Paul Clapson (60. Erling Fles).
Skála-liðið (4-3-3):
Vlada Filipovic – Pætur Dam Jacobsen, Rúni Rasmussen (60. Bjarni Jørgensen), Milic Curcic, Jóhan Troest Davidsen Poul N. Poulsen, Nenad Stankovic, Levi Hansen – Jónhard Fredriksberg (84. Erland Danielsen), Alexander Johansen (lðsk), Bogi Gregersen (60. Debus Danielsen).
Vit eru í finaluni
Tað kennist heilt fantastiska væl endilga aftur at vera í finaluni og hóast mótstøðuliði úr høvuðsstaðnum verður alt annað enn lætt at syfta, so kunnu vit gleða okkum til eina spennandi finalu sum vit her á Norðlýsinum trúgva at vit fara at vinna.
Í øllum førum skulu leikarar hava tøkk fyri avrikið í steypakappingini og vantandi fer maður og kvinna av húsið tá finalan ætlandi verður leikt í Gundadali.
Tillukku norðoyingar og Koyr á KÍ
jwj




