segði ein álvarsamur Geir Haarde, forsatisráðharri, í beinleiðis røðu til íslendsku tjóðina í sjónvarpi og útvarpið. Altingið situr í løtuni og viðgerð lógaruppskot sum gevur íslendsku stjørnini víðar heimildir at taka avgerðir fyri bankarnar
Klokkan 17 føroyska tíð fór íslendski forsætisráðharrin í sjónvarpið og greiddi íslensku tjóðini frá ávarsomu støðuni.
Hann legði ikki fingrarnar ímillum og sum røðan leið gekk álvarin upp fyri vanliga fólkinum í íslandi.
– Í ringasta føri segði forsetin at fíggjarkreppan kann hava við sær at allur íslendski búskapurin rapar, segði forsatisráðharrin.
– Sum støðan er í løtuni eru ábendingar um at allur bankasektorurin í landinum kann koma í eina støðu har hann ikki virkar meira.
Hann gjørdi eisini greitt at íslendska stjørnin ongan møguleika hevði fyri at bjarga bankunum.
– Tað er ein alt ov vandamikið hjá íslendsku tjóðin at veita bankunum eina bjargingarlínu.
– Gerða vit tað er vandi fyri at tjóðarbúðskapurin eisini gongur til grunda saman við bankunum – sum í løtuni eru í ódnarveðrið á altjóða marknaðunum.
Fyrr í dag avgjørdi politiska skipanin at tjóðarbankin yvirtekur dryftina av bankunum og hevur fingið heimild til at avgerða møguligar sølur og samanleggingar av bankum og virksemið teirra.
Kelda: Reuter




