Hetta sigur Regin Jacobsen, stjóri á Faroe Salmon, tá vit seta okkum í samband við hann orsakað av at ein aliringur hevur rikið leysur á Borðoyarvík.
Norðlýsið fekk fráboðan ímorgun um, at ein aliringur var rikin inn ímóti neystunum á Váðkletti ímorgun.
Vit ringdu til regin Jacobsen, stjóra á Faroe Salmon. Regin sigur okkum, at tað er harmiligt tá slíkt hendir, og tað eigur ikki at henda.
Hinvegin eru vit enn ikki komnir til at starta upp aftur á Borðoyarvík. Í komandi viku verður helst lýst eftir fólki til Borðoyarvík, tí meiningin er at fara at seta smolt út aftur har. Útgerðin á Borðoyarvík hevur ligið óbrúkt nú í fleiri ár, og tað er sera trupult hjá okkum at røkja hesa útgerð, samstundis sum vit starta upp aftur aðrastaðni, og tá serliga tá onki er sett at arbeiða við útgerðini á Borðoyarvík.
Tað hevur annars gingið væl við at fáa gongd á aftur. Toskayngul varð settur út í Árnafirði og harafturat verður nú laksasmolt eisini sett út har. Kryvjivirrkið kryvur í løtuni um 200 tons um vikuna, og kemur helst uppá 300 tons skjótt, so gongd er komin á nærum á øllum mótum, tó er Borðoyarvík eftir.
Uppruddingin á firðunum er sera umfatandi og tað harmar okkum at vit ikki eru komnir runt enn, men sjálvandi, alt tekur sína tíð og vit gera alt tað vit megna fyri at slíkt, sum tað at aliringar reka leysir, ikki kemur fyri.
Men sjálvandi tað er ilt at byrgja fyri at slíkt ikki hendir við gomlu útgerðini áðrenn vit eru komnir til at rudda upp.




