Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit eru klár til stórt tunnilsbrak

John William Joensen

sigur Jógvan Skorheim, handilsleiðari hjá EL-IN, sum leggur dent á at tey leggja stóra orku í tunnilsdagarnar og at handilin er á tremur við vøru og góðum tilboðum

– Vit í EL-IN leggja sera stóran dent á tunnilsdagarnar og vit brúka eina rúgvu av peningi uppá at marknaðarføra okkum og keypa vøru inn til tunnilsdagarnar, sigur handilsleiðarin hjá EL-IN, úr Klingrugarði í Klaksvík.

– Eg kann bara tosað fyri okkum og siga at vit fyrireika tunnilsdagin í fleiri dagar.

– Umframt at brúka orku uppá marknaðarføring og bjóða fram góð tilboð – rudda vit og fylla handilin við nýggjari vøru – tær fýra ferðirnar tunnilsdagarnir eru.

– Eisini hava vit fleiri starvsfólk til arbeiðis, alt fyri at kundarnir skulu fáa eina góða tænastu.

500 vitjanir
Handilsleiðarin sigur at hjá teimum hava tunnilsdagarnir fingið størri týdning.

– Fyrstuferð vit høvdu tunnilsdag vóru vit í iva um áhugin fyri døgunum fór at minka sum tíðin gekk, men nú tvey ár eru farin aftur um bak kunnu vit bara staðfesta at áhugin er vaksandi.

– Vit hava havt upp til 500 fólk í handlinum á tunnilsdegnum- men sjálvandi ávirkar veðrið eisini.

Handilsfelagið ger eitt gott arbeiði
Jógvan Skorheim heldur at Klaksvíkar Handilsfelag ger eitt sera gott arbeiði, men spell at felagið ikki hevur størri fíggjarorku.

– Eg haldi ikki at vit kunnu kritisera teir smáu handlarnar fyri ikki at lýsa í blaðnum hjá handilsfelagnum – men eg havi sindur trupult við at skilja at størri handlar ikki gera meira burtur úr.

– Hinvegin haldi eg at Handilsfelagið ger eitt stórt arbeiði men orkan er sjálvandi avmarkað, tí tey sum stjørna felagnum gera tað í frítíðini og tey hava øll sín egna handil at hugsað um.

– Eg trúgvi at hevði felagið havt fólk í starvið – kundi felagið átikið sær ein týðandi samskipandi leiklut.

Gleða seg til leygardagin
– Leygardagin er handilin hjá okkum á tremur við vørum og góðum tilboðum og hjá okkum er eingin ivi um at vit síggja tunnilsdagin sum ein heilt serligan dag.

– Vit hava, sum sagt merkt ein vaksandi áhuga fyri handlimum og hetta merkja vit eisini á søluni.

– Veðurfrøðingarnir spáa ringt veður fríggjakvøldið, men leygardagin verður gott handilsveður – so tað er bara at koma til Klaksvíkar, sigur Jógvan Skorheim, handilsleiðari hjá EL-IN í Klaksvík.

———

Ókeypis er at koyra gjøgnum Norðoyatunnilin allan leygardagin og handlarnir hava opið til kl. 22.