Siga fakfeløg, sum hava sent út yvirlýsing um støðuna nú 15 starvsfólk eru søgd úr starvi í P/F Postverki Føroya.
Nú um dagarnar fingu 15 starvsfólk í P/F Postverki Føroya uppsøgn. Hetta er gjørt fyri at provokerað Postfelagið til at ganga frá vunnum rættindum. Postfelagið skal víkja frá galdandi sáttmála, sum annars er í gildi til 1. oktober í 2007.
Hetta minnir ikki sørt um yvirgangsvirksemi frá leiðsluni í P/F Postverki Føroya. Tí hetta stig verður tikið í friðartíð, har sáttmáli er galdandi, og tí kann hetta valla tulkast øðrvísi enn krígsavbjóðing, har leiðslan hevur slept fyrstu bumbuni, og 15 fólk lóu eftirá. Offrað sum finnan í talvi.
Leiðslan í P/F Postverki Føroya roynir at provokera Postfelagið. Tað hevur eydnast tykkum at provokera ikki bara Postfelagið, men onnur við. Tað hevur eydnast tykkum at skapa ótta og máttloysi ímillum starvsfólkið. Hetta vænta tit fer at skapa eina mentanar- og hugburðsbroyting.
Fakfeløgini átala harðliga, at slíkar mannagongdir verða brúktar, og vit kunnu ikki annað enn spyrja politikska myndugleikan:
· Er hetta sanna andlitið á einskiljingunum?
· Er politiski viljin, at fakfeløg og vunnin rættindi skulu verða týnd?
· Taka tit undir við handfaringini hjá leiðsluni í P/F Postverki Føroya?
Starvsmannafelagið Føroya Lærarafelag
Gunnleivur Dalsgarð Magnus Tausen
Føroya Pedagogfelag Almanna- og heilsurøktarafelagið
Jarvin Hansen Majbritt Mohr




