Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit eru sjálvandi við í eini endurreisn av Kósini

John William Joensen

sigur Arthur Guðjónsson, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag sum ikki ivast í at Kósin hevur avgerðandi týdning fyri Klaksvíkina.

– Vit viðgjørdu málið beinanvegin vit vóru kontaktaðir fyrst í seinastu viku, og vit boðaðu frá at sjálvandi eru vit við um brúk verður fyri okkum.

– Tað eru mong í Klaksvík sum ganga við nervum um Kósin verður endurreist tí steingir hon nú – so sær svart út.

– Tað er tó sera hugstoytt at staðfesta at ikki allir grunnar í norðoyggjum eru líka positivir sum vit, sigur formaður í Arbeiðsmannafelagnum, sum tó ikki vil siga hvønn hann meinar við.

– Vit fara sjálvandi at gera alt fyri at hjálpa okkara limum, men sum sagt eydnast hetta ikki – er sera trupult at fáa eygað á aðrar møguleikar.