Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit eru um at vera klár til stóra brakið í kvøld

Oliver Joensen

 Tað sigur Elsa Olsen, leiðari á Kunningarstovuni í Klaksvík. Vit hittu hana á Posthúshjørninum í morgun, har hon saman við starvsfólkum frá Kunningarstovuni vóru í ferð við at leggja seinastu hond á fyrireikingarnar til stóra tiltakið, handanina av Heiðursløn Nólsoyar Páls, ið skal fara av bakkastokki beint áðrenn nýggja árið verður skotið inn.

Sum sær út í morgun, so er veðrið av tí allar besta. Men, sigur Elsa Olsen, vit hava ikki minni enn tríggjar ymiskar tilrættarleggingar at taka støðu til í dag, alt eftir veðrinum. Plan a,b og c, so líkamikið hvussu veðrið verður, so skulu tey, og vit vóna at tey vera mong, sum koma á posthúsið í kvøld, fáa eina sera hugnaliga uppliving, har eitthvørt leskiligt verður at fáa afturvið skránni, ið lýst er aðrastaðni her á síðuni.

Klaksvíkin vísir seg frá síni føgru síðu í morgun, stilli, turt og ikki minst – vakrasti býur í landinum 🙂 

Myndirnar tiknar fyri løtu síðani megna bert at vísa ein part av vakurleikanum:

Harleywoodpaint