Hetta má sigast at verða niðurstøðan, nú landsins leiðsla hartar tey, sum hava borðreitt við tí grind, sum onnur við kravi frá somu myndugleikum, hava veitt.
Føroya Landsstýri er hægsti myndugleiki í øllum málum viðvíkjandi grind.
Tað kann tí eisini áseta bráðfengis bann fyri grindadrápi í ávísum grindaumdømum, tá hetta verður hildið neyðugt.
Hetta bann hevur landsstýri ikki sett.
Og tí hevur bátur sum sær grind framvegis skyldu beinanvegin, at hava upp á mastur og um tilber boða frá til sýslumannin, sum letur boðini víðari, samstundis sum hann ger vart við møguligt forboð fyri at drepa grind. Verður grind sædd av landi, verður farið fram á sama hátt. Tvs boðað verður sýslumanninum frá. ’
Alt hetta er ásett í kunngerð um grind, sum kom í gildi fyri 10 árum síðani.
Eisini er greitt ásett í somu kunngerð, hvussu grindin skal skiftast og leggjast út. M.a eiga Kommunustýrini ella aðar samskipanir, at skipa fyri, at seðlarnir uppá heimapartar verða heintaðir innan 1 tíma eftir, at seðlarnir eru komnir út, og at grindin verður býtt til fólkið í kommununi/samskipanini sum skjótast.
Nú verða leiðslurnar fyri sjúkrahúsini hartaðar fyri at geva sjúklingum grind og spik. Tá ið tey á sjúkrahúsunum skulu áleggjast serligar reglir fyri borðreiðing av grind og spik, so skilji er tað, sum at hesi sum eru innløgd hava eina lægri immunverju enn onnur. Tá sjúkrahúsini verða hartaði, skulu kommunurnar so, sum í kunngerð eru álagdar at geva fólkinum í kommununi sín part av grindini, leypa tey gomlu og óhjálpnu í kommunum um, og skulu tey gomlu á ellis og røktarheimum heldur ikki skulu fáa sín part av grindini.
Eg haldi at reakiónin hjá Hans Paula Strøm móti leiðslunum á teimum tveimum sjúkrahúsunum krevur eina víðari viðgerð av allari kunngerðini um grindadráp.
Tað er í øllum førum í andsøgn, at sama landsstýri, sum átala tey sum borðreiða við tvøsti og spiki, heldur fast um eina kunngerð, sum krevur at sædd grind verður veidd.
Høvuðstreytin fyri veiðu av djórum er væl saktans at tey verða etin.
Annita á Fríðriksmørk




