ásannar forkvinnan í Starvsmannafelagnum, Selma Ellingsgaard, sum finst at leiðsluháttinum hjá postverkinum.
Postfelag Føroya er í dag lagt saman við Starvsmannafelagnum og tí er tað Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum sum er verji hjá starvsfólkunum á Postverkinum.
– Tá skipanin við postútbering bleiv broytt í Tórshavn var tað gjørt uttan at nakar visti um hetta framman undan.
– Tað var leiðslan, sum einsamøll setti nýggju skipanina í verk og sum so fáa vit ikki gjørt nakað við hetta.
– Treytirnar sum vit seta eru at tey sum verða sett at bera post út fáa eina løn, sum tey kunnu liva av.
– Trupuleikin er at ungdómar, sum verða settir at berað post út – ikki eru limir í nøkrum felag.
– At bera post út um kvøldarnar í myrkri og ringum veðrið er ikki nakað sum borgar fyri góðari tænastu – tí tað sigur seg sjálvt at tað er munandi arbeiðsligari um morgunin í dagslýsi.
– Eg kann bara staðfesta at starvsmannafelagið als ikki hevur verið við í hesi avgerð og tað hóast leiðslan á Postverkinum hevur undirskrivað ein sáttmála har tað stendur at álitisfólk skullu kunnast um broytingar.
– Vit hava heldur einki fingið at vita um at ætlanin er at breiða hetta slagið av útbering til allar Føroyar.
– Sjálvandi hevur leiðalan á postverkinum leiðslurættin til at fremja broytingar, og sum støðan er í løtuni fáa vit einki gjørt, staðfestir Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum




