Góðveðrið flaggdagin gjørdi løtuna í Vágstúnið hátíðarliga.
Sum vanligt er gingu skótar og Klaksvíkar Hornorkestur í skrúgongu úr gomlu Klaksvíkini og heim í Vágstún.
Her flutti skúlastjórin, Asbjørn Lómaklett fram røðu (sí Norðlýsið fríggjadagin), og nógv fólk var samankomið hesa løtuna í vágstúni at fagnað Merkinum.
Eftir flaggdagshaldið í Vágstúnið bjóðaðu skótarnir til hugnaløtu í KFUM & K og Norðoya Tjóðveldisflag lýsti við almennum fundi í Café KÍ. Her hevði Jógvan Ravnsfjall áhugaverdan fyrilestur um flaggið.




