Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Vit fara eftir gullinum

Danial Viðoy

Oyggjaleikir: Flogbóltslandsliðið hjá kvinnum fer eftir gullinum, sigur Sofía Purkhús.

Oyggjaleikir: Flogbóltslandsliðið hjá kvinnum fer eftir gullinum, sigur Sofía Purkhús.

Kvinnulandsliðið í flogbólti spælir sín fyrsta sunnudagin ímóti Ísle Of Man.

Hini liðini í bólkinum eru Áland, Bermuda og Jersey. Sofía Purkhús metir, at Áland ella Bermuda nokk eru tey sterkastu liðini í teirra bólki, ímeðan Saarema helst er sterkasta liðið í kappingini. Tey seinastu árini hava Føroyar møtt Saarema í finalum.

Sofía Purkhús, sum er ein av leikarunum á landsliðnum, er spent upp á komandi dystirnar og er við gott mót:

– Okkara lið er væl fyri og vit hava vant væl upp til leikirnar, og harafturat hjálpir tað væl, at vit vóru í Liechtenstein og spældu fyri góðum mánaða síðani. Jú, vit eru væl samanspældar, greiðir Sofía frá og leggur afturat:

– Vit fara sjálvandi eftir gullinum!

Tær komu allar til Jersey í gjár og hava tær longu vant eina ferð í dag. Venjing verður aftur í morgin, áðrenn fyrsti dysturin fer av bakkastokki sunnudagin.