Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit fara nú at fáa fiskin í land av Ågot…

Oliver Joensen

Sigur Eyðstein Poulsen, reiðari á Ågot, sum her er í práti við Tormund Johannesen og Finn Hansen. Tað hevur nú eydnast okkum, at tett so mikið út ímóti síðuni sum bungan á Slættaberg hevur skrætt, at tær smærru pumpurnar klara at halda lens. 

Vit hava biðið landarar koma, og teir eru júst komnir til Ågot og fara nú at byrja at landa fiskin, sum er í lastini. Tá tað er gjørt, fara vit so at taka støðu til hvat skal gerast víðari. Men tað sær út til, at vit fara at megna at tetta somikið, at skipið kann flóta við egnari megi. 

Men fyribils verður Slættaberg liggjandi við skrúvu fram ímóti Ågot. Eg rokni við at tað fer at taka einar tveir tímar at tøma lastina, og tá kunnu vit so fara undir at tetta og fáa skipið á beint aftur, segði Eyðstein Poulsen, reiðari á Ågot fyri lítlari løtu síðani.