Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit fegnast stórliga saman við norðoyingum

John William Joensen

sigur stjórin í Føroya Banka, Súni Schwartz Jacobsen, nú Kósvirkið aftur letur dyrnar upp

Tað var ein sera lættur og glaður Føroya Banka stjóri vit hittu á skrivstovuni hjá Hanus Hansen í morgun.

– Tíðin síðani Kósavirkið lat aftur í fjør hevur virkað sera long, men vit hava alla tíðina trúð uppá at tað fór at lata seg gera – men vit ynsktu fyrst og fremst eina lokala loysn.

– Hetta hevur verið ein drúgv tilgongd, men nú komu vit so á mál og eg má siga sum er at verkætlanin sum JFK og Føroyagrunninum, saman við øðrum, hava lagt fyri dagin sær sera skilagóð út. Ráðvøran til virkið er tryggja og tí er klárt at fara til verka um stutta tíð.

– Kósavirkið hevur ein ómetaliga stóran týding fyri Klaksvíkina og nú virksemið aftur kemur í hendan partin trúgvi eg at tað fær eina positiva ávirkan á býnin. Og harafturat hevur tað stóran týdning at intiativið er komið úr Klaksvík. 

Harleywoodpaint