Heini á Heygum, bóndi í Vestmanna hevur í mong ár skipa fyri tiltakinum ”Frítíð og fisking” við Lómundaroyruna í Vestmanna. – Har eru óendaligir møguleikar, bæði hjá einstaklingum, familjum og eisini tá ræður um starvsfólkaútferðir.
Heini á Heygum, bóndi í Vestmanna hevur í mong ár skipa fyri tiltakinum ”Frítíð og fisking” við Lómundaroyruna í Vestmanna. – Har eru óendaligir møguleikar, bæði hjá einstaklingum, familjum og eisini tá ræður um starvsfólkaútferðir.
Uppi á Lómundaroyruni hevur Heini á Heygum sett tveir nýggjar kampingvognar. Hóast annar er nakað minni enn hin, so hava teir báðir sovipláss til sjey fólk hvør. Eitt lendið er slættað til vognarnar og harafturat er gjørt burturúr økinum, soleiðis at har eru reiggjur og trampolin til børnini, eins og ein lítil tjørn er tætt við. Vognarnir hava fortelt og harafturat hava vognarnir hvør sína gassgrill, til nýtslu hjá vitjandi gestum.
Uppi í leiguni av vognunum, eru eisini fiskirættindi til fisking á byrgingini við Lómundaroyruna og til ovaru byrgingina Frammi á Vatni. – Og har er sera stuttligt at fisk. Kanska serstakliga hjá børnum og øðrum, ið ikki eru von við at fiska síl, tí har er íveruleikanum ”garanteraður” fongur.
Nógv ælabogasíl eru í vøtnunum, og har eru eisini møguleikar at fáa okkurt vanligt áarsíl ella eina bleikju um tú ert heppin.
Spurt verður oftað um, hvat er best at brúka at fiska við. Tú kanst sjálvandi brúka tað tú hevur hug til at tráðum. Flututráðan er helst mest umhildna fiskiamboðið hjá teim garvaðu síla og laksamonnunum, harnæst koma pilkarnir og spinnararnir og í aftasta enda av ”tygnini” liggur traditionelli veiðuhátturin við floti og maðki, makreli, høgguslokki ella sauri. Eisini er góður máti, kanska serstakliga tíðliga um várið, bara at hava eitt lítið søkk í endanum og so kanska tveir húkar upp eftir dorgini og onki flot.
Hóast traditionelli fiskihátturin liggur niðast í tygn hjá sílafiskarum, so er ongin ivi um at tað er agnið, ið fiskar best, síðani haldi eg at pilkarnir og spinnararnir koma og aftast flugan. Tað er mín meining, so kanst tú royna um tú kemur til aðra niðurstøðu tá ið um sílafisking ræður.
Men her eru ikki bara fiskimøguleikar. Økið er eitt eldorado fyri tey, ið hava hug til gongutúrar í náttúruni. Nærmast við er ein túrur niðan á Loysingafjall ikki at forsmáa, ella Moskusfjall, Stígarnar ella á Heygamúla um so skal vera. Onki at ivast í, at her er vælegnað til pápar, dreingir og gentur, ið hava hug at fiska, ja til ógoymandi hugnaløtur hjá allari familjuni. Ikki minst kann koma nógv burturúr størri ferðalagið er.
Norðlýsið royndi ein túr á Lómundaroyruni mánadagin/týsdagin og jú, vit hugnaðu okkum og fingu eisini fisk til grillina, sum sæst á myndunum.
Um tú fært brell, so er at ringja til Heina á Heygum á tlf. 289001
Oliver




