Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit gera støðuna ávegis upp: Bestu úrslit í fyrru hálvu fekk KÍ við skerdum hópi

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Merkisvert fyri úrslitini hjá KÍ í fyrru hálvu av Formulakappingini í ár er, at liðið ongan dyst tapti, meðan hópurin var einamest skerdur.

Tøl eru takksom, og tí kunnu niðurstøður skjótt verða villleiðandi.

Við tí fyrivarni loyva vit okkum tó at gera nakrar niðurstøður, nú seinna hálva av Formulakappingini 2008 skjótt fer í gongd.

Niðanfyri er eitt yvirlit yvir teir 15 dystirnar, sum KÍ higartil hevur spælt í Formuladeildini í ár:

30-03  EBS-KÍ    4-0
09-04  SKA-KÍ    2-1
20-04  KÍ-HB      1-2
 
27-04  ÍF-KÍ       2-2
30-04  KÍ-B71    2-1
04-05  B68- KÍ   1-1
18-05  KÍ- B36   2-1
23-05  VÍK-KÍ     3-3
28-05  KÍ-NSÍ     1-1
08-06  KÍ-SKÁ    0-0
18-06  HB- KÍ     0-1

22-06  KÍ-EBS     2-3
29-06  B71-KÍ     2-0
06-07  KÍ-B36     2-0
12-07  ÍF-KÍ        1-0

Vit hava loyvt okkum at býta hesar dystirnar hjá KÍ upp í tríggjar høvuðspartar.

(1)  Byrjanin, sum var sera trilvandi við trimum ósigrum á rað,

(2)  Ein miðja upp á 8 dystir, har KÍ ongantíð tapti (3 sigrar og 5 javnleikir) og

(3)  Síðstu fýra dystirnir, harav KÍ tapti tríggjar og vann ein.


(1) Vánaliga byrjanin

At byrjanin var vánalig, var sjálvandi eitt vónbrot, men tað var tó ikki heilt óvæntað, at KÍ fór at fáa trupult við úrtøkuni ímóti EBS og HB.

Hinvegin varð helst roknað við sigri ímóti Skála, men tá so tann dysturin eisini endaði við ósigri, gjørdist tað til eina sera vánaliga byrjan.

Um vit ikki minnast heilt galið, so var tað eftir hesar dystirnar, at teir báðir veteranarnir (Jan og Harley) komu á liðið, og m.a. hetta skuldi vísa seg at stabilisera liðið.


(2) Tann góða miðjan

Síðan kom ein røð av dystum, har KÍ ikki tapti.

Tað merkisverda við hesum tíðarskeiðnum var, at KÍ-hópurin í øllum førum í pørtum av hesum tíðarskeiðnum var sera nógv skerdur. Til dømis sóu vit til tíðir, at einir 3-4 unglingar sótu á beinkinum (og eingin málmaður).

Men kortini fekk KÍ úrtøku úr øllum dystum hesa tíðina.

Uttan at fara út í nakra djúpa tulking av taktikkinum, so kann ein frágreiðing upp á góðu úrtøkuna hesa tíðina vera tann, at KÍ-liðið – av tí at tað var so skert – hevði eina varna og kanska eitt sindur meira verjukenda útgangsstøðu, enn tað seinni hevði, tá ið hópurin var nakað styrktur.

Hvussu er og ikki, so vísti KÍ hesa tíðina eitt serligt hegni til at halda í minsta lagi javnleik, og har vit sóu fleiri av ungu monnunum í løtum koma inn á liðið og fella væl saman við teimum meira royndu monnunum.

(3) Síðstu fýra dystirnir

KÍ hevði nú styrkt seg í ávísan mun, og góðu úrslitini høvdu eisini givið liðnum eina størri optimismu.

Men nú sviku úrslitini aftur, og KÍ tapti 3 av 4 teimum seinastu dystunum áðrenn summarsteðgin.

Møguliga hevur góða gongdin frammanundan givið liðnum eina órealistiskt stóra optimismu, soleiðis at liðið misti nakað av konsentratiónini at halda tætt í verjuni.

Ein onnur frágreiðing kann vera, at nýggir leikarar og broytt liðuppstilling hevur órógvað ein part av spælinum og samanspælinum, soleiðis at liðið bleiv meira sárbært.
Um so er, kann hetta uttan iva betrast í komandi dystum, so hvørt sum samanspælið verður arbeitt upp.

Hvussu nú?

Nú byrjar so seinna hálva av kappingini, sum neyvan verður lættari enn tann fyrra helvtin, tí fleiri av hinum liðunum – eisini botnlið – hava styrkt seg.

Hinvegin kann KÍ byggja á góða stiman, sum liðið hevði mitt í fyrru hálvu, sum gevur orsøk til at hava sjálvsálit.

Spennandi verður at fylgja gongdini.

KOYR Á KÍ !!