– Hetta var mátin, ið vit hildu var tann besti undir givnu fortreytunum, sigur Jákup Martin Joensen frá kappingarnevndini hjá FSF
– Hetta var mátin, ið vit hildu var tann bestiundir givnu fortreytunum, sigur Jákup Martin Joensen frá kappingarnevndini hjáFSF um kritikkin frá Norðlýsinum til viðurskiftini kring hálvfinalurnar íkappingini um løgmanssteypið.
Norðlýsið hevði í gjár grein um trý týðandi punkt kringhálvfinaluna í steypakappingini, ið blaðið helt vóru illa frágingin. Talan varum: 1: At 70 dagar eru ímillum báðar hálvfinalurnar. 2: At ein opinflytingargluggi er ímillum hálvfinalurnar og 3: At dystirnir ikki fáa optimalafokusi við at liggja sama dag.
– Fortreytirnar gjørdu tað
Norðlýsið vendi sær í dag til formannin í kappingarnevndini hjá FSF Jákup Martin Joensen,ið m.a. hevur við leik dagarnar at gera.
Um 70 dagar ímillum hálvfinalurnar:
– – Eg dugi væl at síggja, at ein trupulleiki kannvera við hesum. Men møguleikarnir vóru avmarkaðir. Í juni hava vit landsdystir,í juli hava vit europa up dystir og summarsteðg og í august er ikki pláss fyrimeira enn einari hálvfinalu. Samstundis ynsktu vit, at fáa seinnu hálvfinalunaleikta styttri undan finaluni enn í fjør, tá báðar hálvfinalurnar lógu í mai.So tað er orsøkin. So mugu vit saman við feløgunum eftirmeta aftaná, um hetta var ein betri loysn ella hvussu vit gera tað best framyvir, sigur Jákup Martin Joensen.
Um opna flytingargluggan:
– – Flytingargluggin er ásettur og fáa vit baraflutt hann eina viku hvønn vegin. Vit hoyrdu als einki um nakran trupulleikavið hesum í fjør og til í ár er einasti munurin, at hann er opin ímillum báðarhálvfinalurnar ístaðin fyri áðrenn finaluna sum í fjør. So her dugi egikki at síggja nakran størri trupulleika enn áður, sigur Jákup Martin.
Um tað at dystirnir vera leiktir sama dag:
– – Vit hava ásett dystirnar til at liggja 29. mai og7. august, men tað er ikki soleiðis, at hetta ikki kann broytast. Ynskjafeløgini at broyta, so fara vit ikki at seta okkum ímóti hesum. Hetta verðurgjørt í samráð við feløgini og plagar vanliga ikki at vera ein trupulleiki. Taðkann vera, at dystirnir liggja sama dag og tað kann vera at teir vera fluttir, so at teir liggja ymiskar dagar, sigur Jákup Martin Joensen at enda.




