Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit gleða okkum endiliga at sleppa til arbeiðis

John William Joensen

sigur Jenis av Rana, formaðu í Miðflokkinum, sum váttar at málið er at skerja blokkin 30 milliónir krónur á komandi fíggjarlóg

– Vit settu hart móti hørðum í vikuskiftinum og tað vísti seg at geva úrslit, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum.

– Fyri eini viku síðan gjørdu vit eina samstarvsavtalu við Sjálvstýrisflokkin og nú gleða vit okkum at sleppa til arbeiðis.

– Um løgmaður hevði lagt kongin – høvdu vit verið í størnarloysi og tað hevði ikki verði nøkur góð støða.

Blokkurin skal skerjast
Jenis av Rana sigur at samgongan hevur ikki enn viðgjørt hvussu blokkurin skal skerjast. 

– Í samgonguskjalinum hava vit sett okkum sum mál at skerja blokkin tey næstu fýra árin við 113 milliónum krónum. 

– Eg haldi tað vera skilagott at skorið hann við tí, sum svarar til 1/4 av hesum krónutalinum um árið. 

– Men um ætlanin er at bíðja til komandi ár veit eg ikki – men ein niðurskurður, sum svara til einar 30 milliónir krónur um árið – er rímiligur. 

– Tó skal ein fíggjarlig uppgerð gerast við danir og tá fíggjarmálaráðharrin hevur tað svart uppá hvítt eiga danir sjálvandi at gjalda okkum tann pening – sum teir hava forvunnið við at hava ræði í Føroyum.

Harleywoodpaint