sigur Tony Paris, sum fegnast um at allir leikarar eru tøkir til dystin í Gundadali
– Eg eri samdur við teimum, sum halda, at B36 er betri enn vit á papírinum, men vit fara altíð eftir einum sigrið og tað gera vit eisini sunnudagin.
– Allir 18 í hópinum eru klárir til dyst og tað hevur gingið sera væl við venjingini hesa vikuna.
– Menn eru positivir og lagið er gott.
– Tá vit fyri einum árið síðan skuldu leika fyrsta dystin í Runavík, vóru tað ikki mong, sum roknaðu við okkum, men endin var at vit fingu øll trý stigini við heima aftur.
– Skal eg siga sum er, so havi eg fult álit á mínum spælarum, og sjálvt um B36 við Sylla á odda, er ein sterkur mótstandari, so veit eg hvat mínir leikarar megnað, og vit fara so ikki allan vegin til Havnar eftir einum stigi.
Dysturin í Formuladeildini í Gundadali millum B36 og KÍ, verður Sunnudagin kl. 15




