Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

– Vit gleða okkum

Jákup Ósá

Steintór Rasmussen sigur, at Frændur gleða gleða seg til stóra brakið í báðum hallunum í Klaksvík í kvøld. – At Føroyar vunnu í Grikkalandi skuldi skuldi bara gjørt alt enn betri og eg kann avdúka at skráin verður eitt lítið sindur merkt av, at Føroyar framdu eitt bragd í gjár.

Steintór Rasmussen sigur, at fyrireikingarnar hava gingið væl.

– Vit hava vant nógv og eru væl fyri. Sølan gongur væl og vit vænta, at tað verður útselt til fyrru konsertina, sum er sitikonsert í Badmintonhøllini. Nøkur fá atgongumerkir eru eftir. Tey atgongumerkini eru galdandi fyri alt kvøldið. Men fólk kunnu eisini keypa atgongumerkir bara til seinna partin av kvøldinum, sum byrjar kl. 23.30. Tá sleppa fleiri fólk inn, sigur Steintor Rasmussen.

Bólkurin Frændur verður í kvøld mannaður við Steintór Rasmussen, Eyðun Nolsøe, Rani Nolsøe, Jóhannus á Rógvu Joensen, James Olsen og Kim Hansen. Eisini luttaka aðrir sangarar sum Terji Rasmussen og Hanus G. Johansen, sum eisini hava verið partur av Frændum fyrr.

Um tiltakið

Kl. 21.00 í kvøld byrjar stóra føðingardagsveitslan hjá Frændur. Dyrnar lata upp kl. 20.45. Báðar hallirnar í Klaksvík eru fyrireikaðar til endamálið. Fiskasuppa og drykkivørur vera at áa kl. 21.00 í KÍ høllini, tá Pætur við Keldu eisini spælir. Kl. 22.00 hugleiðir Andras Sólstein um Frændur í Badmintonhøllini. Kl. 22.15 byrjar so stóra sitikonsertin í Badmintonhøllini við Frændur. Hetta er líka sum fyrsti partur av kvøldinum og har sleppa 1000 fólk inn, tá tað er útselt. Seinni partur byrjar kl. 23.30, tá hølini lata upp fyri almenninginum av nýggjum. Tá spæla Flamma og aðrir gestasangarar og kl. 01.30 spæla Frændur øll síni størstu hitt. Til hendan seinna partin kosta atgongumerkini 200 kr. og tá er sleppa nógv fleiri fólk inn enn tey 1000.

Skráin er viðheft niðanfyri eins og mynd av báðum atgongumerkjasøluni.

Harleyfacadeacryl