Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit halda kirkjuna uttanfyri – rein sniðfundigheit

John S. Myllhamar

Hvat verðsligu mynduleikarnir gera og ikki gera, verður teirra sak, eisini hvat familjuni, mammu, pápa og børnum viðvíkur. Men uppskotið, sum tey trý tingfólkinum skulu leggja fram, at “hjúnavígslan skal vera hildin uttanfyri kirkjugátt” er rein sniðfundigheit av uppskotstillarunum.

Hvat verðsligu mynduleikarnir gera og ikki gera, verður teirra sak, eisini hvat familjuni, mammu, pápa og børnum viðvíkur. Men uppskotið, sum tey trý tingfólkinum skulu leggja fram, at “hjúnavígslan skal vera hildin uttanfyri kirkjugátt” er rein sniðfundigheit av uppskotstillarunum. 

Tey vita sum er, at um kirkjan verður umfatað av lógaruppskotinum, fáa tey ikki málið samtykt BEINT NÚ. Tí brúka tey somu mannagongd sum londini kring okkum, at taka tað stig fyri stig. Hví ikki vera reiðilig og gera tað beinanvegin? Tey vita væl, eins og vit øll onnur, at føroyska kirkjan fer ikki at standa einsamøll eftir millum kirkjurnar í norðurlondum. Kravið kemur her hjá okkum eins og í øllum hinum londunum, talan er bara um ein tíðsspurning. At tað er upp til kirkjuna at avgera hetta, er nakað tvætl. Tað er løgtingið, sum avgerð um samkynd kunnu giftast í kirkjuni – eingin annar.

Sum ein, ið enn er limur í fólkakirkjuni, havi eg áður víst á, at hjúnavígsla eigur ikki at fara fram innan kirkjugátt. Einki í Halgubók talar fyri tí. Kirkjan eigur tí sum skjótast at loysa seg frá hesi uppgávu. Ger hon ikki tað, koma mál sum hesi at sindra hana.

Gongdin í fólkakirkjuni

Um kirkjan ikki torir at halda fast við tað, hon stendur fyri, at vera eitt Guðs hús, har “hitt trúgvandi kirkjuliðið” kemur saman undir guðstænastutíð, so fækkast kirkjufólkið meira og meira, meðan publikum kemur at fylla hana, tá ið boðið verður til verðslig tiltøk. Hetta fer at hava við sær eina rúgvu av átrúnaðarbólkum og sektum kring landið, við sveimaríi og øllum møguligum lærdómum – nógv fleiri enn vit í dag kenna.

Skal meirilutin á gøtuni siga kirkjuni, hvat “eg skal trúgva og gera” – og læra, ja, so verður fløkjan størri enn í Bábel, har ein rópar í eyst, ein annar í vest.

Ein royndur lutur er, tá ið kirkjan leggur seg út í tað verðsliga, so leggur tað verðsliga seg út í kirkjuna.

Var fólkakirkjan sterk og stóð føst á sínum grundvølli, hevði eingin vandi verið, men kirkjan í vesturheiminum, og eisini her heima, er viknað so nógv seinastu árini, at hon megnar ikki at standa ímóti krøvunum uttan av gøtuni.

Tey fægstu vága at stíga fram og vísa á, hvat ein kirkja er..

Hoyrdi um eystureupopeiska kirkju, hvar okkurt líknandi mál var frammi, at fólk á gøtuni kravdu eitt ella annað av kirkjuni. Kirkjuliðið lat biskuppin úttala seg. Hann steig fram eg segði: “Kirkjan stendur fyri hesum …” So var tann sakin úti av verðini, og fólk kundu velja at vera í henni, ella venda henni bakið.

Kemur ein úttala frá kirkjuligu mynduleikum í vesturheininum, so er hon altoftast so veik og útvatnað, at hon var betri ósøgd.

Í nógvum bygdum er kirkjan við at gerast eitt bygdarhús, sum hýsir øllum møguligum tiltøkum. Boðað er eisini frá, at tað kristiliga tíðspunktið í kirkjuni, er millum klokkan 11 og 13 sunnu- og halgidagar, uttanfyri hesar tíðir er einki mark fyri, hvat hon kann brúkast til.

Tað, sum best lýsir tendensin, er, at kirkjuráð sýta trúføstum kirkjugangarar at hava møti í kirkjuni, meðan tey samstundis lata ateistar og blasfemikarar manna kórið við teirra undirhaldsvirksemi.

Bygningarnir eftir hini falnu, humanistisku og sekulariseraðu fólkakirkjuni kunnu standa og tornini reisa seg prúð, høg og vøkur móti luftini, kortini kann hon vera fallin. Ljósastakin kann flytast til aðrar heimspartar.

Stóri uggin er tó, at Kristi stríðandi kirkja á jørð, ekklesia, verður standandi í alla tíð. Um tornini falla, ja, um hon so noyðist undir jørð, so er givið henni tað lyfti, at tað ónda skal ikki fáa vald á henni.

.