Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit halda við Brasil!

Jákup Ósá

Klaksvíkingar eru eisini í Brasil í hesum HM døgum og hyggja eftir fótbólti.

Klaksvíkingar eru eisini í Brasil í hesum HM døgum og hyggja eftir fótbólti.

Hans Jacob Heinesen er ein í einum ferðalagi, sum er farið til Brasil at síggja tveir avgerandi dystir. Og sigast má, at tað passaði væl hjá teimum.

– Fyri einum ári síðani fingu vit atgongumerkir og tá vistu vit bara, at tað var ein kvartfinala og ein hálvfinala. Nú kunnu vit so siga, at vit vóru hepnir við dystunum. Tí í kvartfinaluni fingu vit dystin millum Argentina og Belgia og í hálvfinaluni síggja vit Brasil-Týskland, sum verður spældur í kvøld. Mítt dreyma ynski var at síggja Brasil og Argentina, tí hesi hava vit ikki møguleika at síggja í týðandi dysti í Europa. Men eftirsum fleiri Tottenham leikarar sældu við Belgia, so helt eg við teimum tann dystin. Men í kvøld haldi eg við Brasil, sigur Hans Jacob Heinesen úr Belo Horizonte í Brasil, har hálvfinalan í kvøld verður leikt á Estádio Mineirao.