Andras Róin, stjóri á Bústøðum, sigur at Bústaðir hava handlað skjótt og alt er gjørt eftir forskriftunum.
Andras Róin, stjóri á Bústøðum, sigur at Bústaðir hava handlað skjótt og alt er gjørt eftir forskriftunum.
– Vit kunnu bara staðfesta at byggiharrin, sum hevur levera húsini hevur ikki gjørt nakað skeivt, tí hann hevur brúkt tilfar, sum hevur neyðugu góðkenningarnar og sum er brúkt nógvastaðni. Pláturnar, sum brúktar eru til bjálving, vísa seg at taka vatn til sín og tí byrjar at rusta har, sum m.a. skrúvurnar eru. So skjótt sum vit gjørdust varug við hetta, valdu vit at binda um heilan fingur og eru farin í holt við at skifta pláturnar út.
– Vit hava eisini samskift við byggiharran og hava avgjørt at afturhalda trygdina, sum byggiharrin hevur sett í samband fyri byggingina. Tá arbeiði at skifta pláturnar út er liðugt, verður støða tikin til hvussu vit bíta møguligan meirkostnað.
– Pláturnar eru frá einum altjóða framleiðara, sum ikki er til longur, og sum skilst er bjálvingartilfari eisini selt í Føroyum og tað hevur tað verið trupult hjá teimum, sum hava selt pláturnar, at fingið endurgjald frá framleiðarunum.
Les Meira:




