Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit hava hitt 83 ára Kristian Høgnesen, ið fyrstu fer fór til útróðrar saman við pápa sínum sum 8-10 ára gamal.: Mín fyrsti útróðrartúrur

John William Joensen

"Tað var soleiðis tá, at synir til menn, ið róðu við einum báti høvdu møgu-leika at koma við. Fyri at líkjast manni, áðrenn tú vart maður, vildi man gjarna sleppa við. Soleiðis var eisini hjá mær."

Kristian Høgnesen er ættaður úr Niðristovu á Norðoyri, sum var bæði bóndahús og ognarhús. Pápi hansara var bóndi og hevði tí ikki so nógv við sjógvin at gera, men hann róði tó út hvørt vár í eini 40-50 ár. Róð varð norðureftir við einum motorbáti. Tann fyrsta túrin Kristian var á útróðri, var við Nevinum Reyða, KG 16. Kristian var um 8-10 ára gamal. Sostatt var hetta fyrst í 30unum. Við Nevinum vóru seks mans. Jóannis á Skálatoftum; pápi Kristian Jóan Carl Høgnesen, Andreas í Kunoy, motorpassari; Jákup Petur í Arnafirði; Heini í Kunoy; og Markus á Fløttinum, formaður. Markus var ikki við hendan túrin, av tí hann var sjúkur.

———

Hendan morgunin hevði eg fingið frí úr skúlanum, tí at lærarinnan var sjúk. Útafturkomin til Oyrar spurdi eg eftir pápa og fekk at vita, at hann var á útróðri. Eg byrji tá at troytta mammu, um at sleppa við pápa til útróðrar. Pápi kom ikki aftur til Oyrar millum túrarnar, men lá hjá familju í Klaksvík. Mamma loyvir mær at enda at fara avstað. Eg fari so til gongu til Klaksvík. Eg visti, at húsini, sum pápi mín gisti í í Klaksvík, høvdu hvíta grund. Komin til Klakvíkar fari eg so inn í húsini; eg møti einari gamlari konu. Hon spyr meg hvør eg eri og hvørji ørindi míni vóru. Eg sigi við hana, at eg skal við pápa til útróðrar. Hon stendur spyrjandi og hyggur eftir mær. Tað var sum hon ikki rættiliga skilti hvat eg segði. Hon bjóðar mær inn og gevur mær eina breyðflís. Tað var fastur skikkur tá, at tú sat niðri og át bitan liðnan tú tók ikki breyðflísina við tær út. Tá eg var liðugur at eta breyðflísina, reisti eg meg og sigi, at eg skal til útróðrar við pápa. Tá reisist hon eisini og leiðir meg til eini hús tætt við. Tað vísti tað seg nevniliga, at eg hevði gingið skeivt.

Pápi svav á loftinum. Tá hann vaknar byrji eg at troytta hann um at sleppa við til útróðrar. Pápi líkasum unti mær ikki aftur. Men eg helt áfram at troytta hann um at sleppa við. Hann hyggur til endans uppá meg og fer so út á trappuna. Eg fari við honum og síggi, at hann hyggur upp í luftina. Eftir eini løtu, sigur hann, at eg skal sleppa við.

Vanligt var, at bátarnir høvdu eina línu pr. mann við til útróðrar. So helst hava vit haft 6 línur við, sjálvt um tann eini maðurin, sum vanliga var við, ikki var við hendan túrin vegna sjúku. Veðrið var av tí allarbesta hendan túrin, og egndu vit á dekkinum á veg norður ígjøgnum Haraldssund. Línan, sum vit egndu uppí línutrog, var umleið 10 stykkir long. Eg eri næstan vísur í, at vit settu línuna á Miðinum, teir rópa, sum er um 6-8 fjórðingar úr landi.

Tá vit byrjaðu at draga, var fiskur at fáa beinan vegin. Línan var drigin við hond. Jákup Petur úr Árnafirði og pápi vóru serstakliga raskir at draga línu. Sum verða man, hoyrdi eg á fyrsta sinni hugtøkini: skriv, rom, bollar, franskt, skrambambil, hurlivasi og sperðil á botn, ímeðan eg lá og hugdi at, tá teir drógu línuna. Tað eru kanska fleiri sum ikki kenna hesi hugtøk í dag, sjálvt um teir hava fingist við línu. Hesi hugtøk siga nakað um, hvussu nógvur fiskur er at síggja á línuni tá drigið verður. Skriv merkir, at ein fiskur er at síggja á veg upp. Rom merkir at tveir fiskar eru at síggja, bollar tríggir, franskt fýra og tá tað er sperðil á botn, er sjógvurin hvítur av fiski so langt eyga røkkur.

Tað var so nógvur fiskur at fáa, at tá vit høvdu drigið línuna høvdu vit fingið uppí lastina av fiski, umframt at nakrir toskar lógu á dekkinum. Fiskurin var ókruvdur. Eg rokni við, at við høvdu umleið 10.000 pund. Tá vit koma aftur leggja vit at á Varpinum. Allur fiskurin verður kastaður uppá bryggjuna. Jóannis á Skálatoftum var eftir og kruvdi fiskin og avreiddi hann. Tað var Kjølbro sum tók ímóti fiskinum.

Eg var illa fyri. Manglaði svøvn. Tað var vanligt, at man fekk sær at kóka við til hús. Pápi helt at eg kundi taka eina hýsugreipu við út á Oyrar. Av tí at eg ikki hevði fingið frí hendan seinna dagin frá skúlanum, fór eg gangandi, við greipunu um herðarnar, har sum telefonstøðin er nú, tvørturum eina træbrúgv, sum var tvørturum ánna og so niðan ímóti Akursmørk fyri at umganga skúlan.

Komin út á Oyrar var eg fyrilagstur og mátti tí leggja meg beinanvegin. Men eini 8 14 dagar seinni, tá vit sótu og ótu morgunmat í roykstovuni um 9 10 tíðina, kemur pápi úr Klaksvík. Hann hevði fingið avrokning fyri túrin. Akkurát hvat fiskurin kostaði, veit eg ikki, men manningarlønin var góðar 24 kr., sum var rættiliga nógv. Vanligt var, at tann sum var við á fyrsta sinni, fekk hálvan part, líkamikið hvussu nógv hann hevði gjørt.
Eg veit ikki av fyrr enn hann leggur góðar 12 kr. frammanfyri mær við morgunmatarborðið. Eg minnist, at eg bæði bleiv reyður og heitur, men eg rørdi ikki pengarnar. Hugdi ógvuliga gjølla eftir teimum, men rørdi teir ikki. Hyggi uppá mammu, sum smílist ímóti mær. Hyggi uppá pápa. Har er tøgn. Tá eg eri liðugur at eta og reistist, sigur pápi við meg: pengarnir! Mamma skal eiga pengarnar, sigi eg. Tá í tíðini hoyrdu pengar ikki til børn.