Eftir at borgarstjórin í Klaksvíkar Kommunu gjørdi vart vid at tað var ikki rætt sum Hilmar Høgenni segdi at kommunala eftirlitið hevði bíðja leingi eftir kommununi, vendu vit okkum aftur til deildarleiðaran á kommunala eftirlitinum og hann gevur borgarstjóranum rætt.
– Ábyrgdin fyri drúgvu avgreidslutíðina liggur eisini í hesum húsinum. Vit eru í samskifti við kommununa og bíðja nú eftir at kommunan kemur við nøkrum ávísum skjølum.
– At starvsfólk er farið í farloyvi hevur tíanverri ávirka málsviðgerina í hesum málinum.


