Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit hava mist milliónir

John William Joensen

uppá Vinnuvitan og Vikublaðið, sigur Árni Gregersen, blaðstjóri á Dimmalætting, sum avsannar at talan er um nakra “selskapstøming”

Forstjórin á Dimmalætting, Árni Gregersen sigur at tað er als einki í útsagnunum um at Dimma hevur havt ætlanir um at stongja Vikublaðið.

– Vit keytu Vinnuvitan og Vikublaðið fyri nógan pening tí tá vóru útlitini fyri hesum feløgum góð.

– Men í dag eru feløgini insolvent og líkamikið hvussu – so hava vit ikki loyvi til at reka insolvent feløg víðari.

– Viðvíkjandi tí sum ført hevur verið fram um lønir til starvsfólk, so er veruleikin tann at tá feløgini eru insolvent – so  er eingin at gjalda starvsfólkum løn og longur er tann søgan ikki.

Hava ikki tømt nakað felag.
Í samband við fráboðanina frá leiðsluni á Dimmalætting um at Vikutur, Vinnuvitan.biz og Skipalistin nú verða útgivin av Dimmalætting, sigur Árni Gregarsen at talan er ikki um nakra "selskaps-tøming"

– Vit hava keypt omanfyrinevndu feløg frá trotabúnum. Hetta er gjørt umvegis skiftirættin undir fyrstu trotabúarviðgerðini.

– Dimmalætting er eisini ein av størstu kreditorunum hjá insolventu feløgunum og tí hava vit ikki enn fult yvirblikk yvir hvussu nógvur peningur er mistur.

– Tað stutta av tí langa er at vit keyptu hasar miðlarnar fyri ein dýran pengin – men broyttu tíðirnar gera at eingin marknaður er longur fyri teimum.

Árni Gregersen hevur onga viðmerking til at starvsfólkini í vikuni frammanundan húsaganginum vóru send á flenniskeið og bert tríggjar dagar undan uppsøgnunum vóru til stóran jólafrokost.

Hann vil heldur einki siga um hvussu nógan pening Dimmalætting hevur mist, men tað ljóðar at talan er um millum 10-20 milliónir krónur