og vístu til løgtingsformannin, sum er fólkavaldur, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum
– Vit hava sitið í politiska fylgibólkinum, sum hevur fylgt við arbeiðinum at yvirtaka Fólkakirkjuna og har hava vit gjørt greitt at vit heldur vilja hava Løgtingsformannin at vera tann, sum setur Bisp í starv.
– Hetta tí at vit í dag hava eina vælvirkandi skipan, tá løgtingsins umboðsmaður verður settur í starv.
– Tá semjast flokkarnir um eitt tilmæli, sum so verður givið løgtingsformanninum. Hann setur so Løgtingsins umboðsmann í starv.
– Harafturat er løgtingsformaðurin demokratiskt valdur, meðan løgmaður er meiri ein embætismaður, sum ikki behøvist at vera fólkavaldur.
Hugsjónir hjá løgmanni
Jenis av Rana sigur at nú løgamaður skal yvirtak ábyrgdirnar hjá Drotningini, so koma hugsjónirnar hjá løgmanni í fokus.
– Tí mæltu vit eisini til at tað var landsstýrismaðurin í mentannarmálum, sum hevði allar formligar heimildirnar á økinum, tí tað er sera trupult at ímynda sær ein ateist sum mentannarmálaráðharra. Øll eru jú eru vitandi um at kirkjupolitikkur er ein partur av starvsøkinum hjá mentannarmálaráðnum.
– Eg haldið tað vera eitt sindur kunstigt at vevja løgmann uppí kirkjuna, men tað er so ein avgerð, sum samgongan hevur tikið.




