Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit hava ongantíð latið ókeypis lýsingar

John William Joensen

sigur fyrrverandi kringvarpsstjórin, Jógvan Jespersen, sum tó ikki vil viðmerkja málið viðvíkjandi ókeypis lýsingunum sum sp/f FAREC hevur havt í Kringvarpinum

Fyrrverandi kringvarpsstjórin, Jógvan Jespersen, sigur at tað var eitt fast prinsipp at eingin slapp at lýsa ókeypis í Kringvarpinum.

– Alla tað tíð eg var stjóri høvdu vit tað sum fast prinsipp at eingin slapp at lýsa ókeypis.

– Tó minnist eg at eg einaferð gjørdi eitt undantak og tað var í samband við innsavning av peningi til barnahjálp.

– Byrjar ein at geva undantøk so er trupult at siga hvar markið skal ganga og tí er nógv greiðari at siga nei til ókeypis lýsingar – líkamikið hvussu gott endamálið annars kann verða.

Jógvan Jespersen sigur seg tó ikki hava hug at viðmerkja nakað til aktuella málið viðvíkjandi samstarvinum ímillum Kringvarp Føroya og sp/f FAREC.