Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit hava tað øll gott

Oliver Joensen

Skulu vit heilsa og siga frá KÍ-kvinnunum, sum vit fingu fatur á fyri lítlari løtu síðani.

Seinasti bólkurin hjá KÍ-kvinnunum á ferð til UEFA Cup í Makedonia kom fram kl. 02 í nátt og øll vóru í song kl. 03. Vit vóru øll uppi aftur ímorgun kl. 10, so hóast ferðin var strævin, so eru vit væl fyri ídag, sigur heimildarmaður okkara, Petur Simonsen úr Makedonia.
Her sýnist at vera fátæksligt men hotellið er sera gott her í Struga. Vit skulu á vøllin nú klokkan 16 ímóti Sveis, sum er styrkismett omanfyri okkum og tí er uppleggið varisligt. Lagt er upp til eitt 4-5-1 system, har aftasta ketan er mannað við Annu Joensen, Pauli Mikkelsen, Annelisu Justesen og Báru Skaale. Í miðketuni eru Una Olsen, Rannvá Andreassen, Vivian Bjartalíð, Ann Olsen og Elsa Maria Simonsen. Fremst er Malena Josephsen og í málinum er Randi Wardum.
Uppleggið er til tætta verju og kontraálop.
Norðlýsið hevur enn ikki fingið myndir frá Makedonia, men arbeitt verður við málinum og vit rokna við at hava myndir seinni í kvøld.