Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit hava ynski um at verða meiri sjónligir í Klaksvík

John William Joensen

Jørn Astrup Hansen, forstjóri í Føroya Banka er ikki í ivi um at Føroya Banki skal verða meiri sjónligur í Klaksvík


Í dag var móttøka í deildini hjá Føroya Banka í Klaksvík í samband við at Hans Peter Clementsen tekur við sum deildarleiðari eftir at Hanus Heinesen eftir egnum ynski vildi sleppa aftur í sítt gamla starv í deildini í Runavík.
Forstjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, var í hesum sambandi í Klaksvík og tá vit spurdu hann um hvørjar ætlanir Føroya Banki hevði við deildini í Klaksvík, segði hann seg fegnast um at deildin hevði fingið ein lokalan leiðara.
– Leiðarskifti kom eftir at nú fyrrverandi leiðarin, Hanus Heinesen, sum jú er búsitandi í Eysturoynni, ynskti at sleppa aftur í sítt gamla starv í deildini í Runavík.
– Vit hava eitt ynski um at deildin í Klaksvík verður meiri sjónlig í nærumhvørvinum, og tí eru vit sera fegnir um at Hans Peter Clementsen segði ja til leiðarastarvið. Hann er búðsitandi í Klaksvík og tí vanta vit at deildin samstundis verður meiri sjónlig.

Harleywoodpaint