Í morgin kl. 19 verður stuðulsrógving á vágni. Bátarnir sum luttaka eru Nevið Reyða, Fípan Fagra og Karin. Eftir stuðulsrógvingina verður ikki nógv at síggja til kappróðrarbátar á vágni, tí vanligt er, at venja í Havn teir dagarnir sum eru eftir til ólavsøku.
Mest spennandi róðurin í ár hevur verið 8-mannafarsróðurin. Nevið Reyða og Argjabáturin eru púra javnir í stigum, og tískil verður alt avgjørt við einum finaluróðri á ólavsøku. Í dreingjaróðrinum hevur Karin møguleika at vinna eitt triðjapláss, meðan Fípan Fagra hevur vunnið alt sum vinnast kann.
Vilt tú stuðla rógvarunum úr Klaksvík, ber til at trýsta her: https://krf.atgongumerki.fo/webshop/event/950903/order/info https://krf.atgongumerki.fo/webshop/event/950903/order/info
Til ber eisini at stuðla við vanligari flyting á stuðulskontu 9865 1029961.
Klaksvíkar Róðarfelag takkar fyri hvørja krónu sum verður latin, og bjóðar øllum til grill-kvøld í neystinum eftir stuðúlsrógvingina.



