– Ein kann altíð diskutera, um landið skal fara so harðliga inn í spurningin um foreldragjøld fyri barnaansing, sum kommunurnar í dag hava fulla ábyrgd av, so sum Javnaðarflokkurin leggur upp til, men fyri meg er eingin ivi um, at allar kommunur eiga at fylgja Klaksvíkar kommunu, sum longu hevur lækkað foreldragjøldini við 25%, og sum hetta valskeiðið fer at lækka tað við í alt 35%, sigur Jóhann Lützen, trivnaðarnevndarformaður í Klaksvíkar kommunu.
-Ein kann altíð diskutera, um landið skal fara so harðliga inn í spurningin umforeldragjøld fyri barnaansing, sum kommunurnar í dag hava fulla ábyrgd av, sosum Javnaðarflokkurin leggur upp til, men fyri meg er eingin ivi um, at allarkommunur eiga at fylgja Klaksvíkar kommunu, sum longu hevur lækkaðforeldragjøldini við 25%, og sum hetta valskeiðið fer at lækka tað við í alt 35%,sigur Jóhann Lützen, trivnaðarnevndarformaður í Klaksvíkar kommunu.
– Tað gleðirmeg, at politikarar eru farnir at taka táttin upp eftir Klaksvíkar kommunu viðat hyggja uppá barnaansingargjaldið.
–Tá ið vit tóku viðbýráðsmeirilutanum í 2013, settu vit okkum fyri at lætta um hjábarnafamiljunum, og úrslitið er eitt foreldragjald, sum higartil er lækkað 25%,og sum fer at halda fram at lækka, hetta valskeiðið 35%. Somuleiðis hava vitsett í verk ein hækkaðan barnafrádrátt og hækkaðan systkinafrádrátt, umframtaðrar fyrimunir fyri barnafamiljuna so sum ein bussleið, sum er ókeypis atbrúka.
– Tiltøkinihava gjørt mun, tí um vit bara taka sjálv foreldragjøldini, so hevur einfamilja við trimum børnum í ansingarskipanini umleið 1.500,- kr. meir millumhendurnar um mánaðin. Tað skulu nógvir pengar tjenast fyri at hava 1.500,- kr.eftir hvønn mánaða, staðfestir Jóhann Lützen.
Fólkavøksturí Klaksvíkar kommunu
– Vit kunnuí dag staðfesta, at fólk ynskja at seta búgv í Klaksvík, og er tað sjálvsagtein samanrenning av ymsum orsøkum.
-Arbeiðspláss, tøk grundstykkir og góð og økt trivnaðartilboð eru heilt vístmillum tingini, sum hava viðvirkað til hendan vøkstur. Barnagarðarnir havaseinastu tíðina staðið til at bresta, og ein av fyrstu døgunum lata vit uppnýggj, snotulig hølir, har Dr. Margrethu Barnagarður verður víðkaður viðtveimum nýggjum stovum, soleiðis at vit bæði nøkta verandi tørv, umframt athava pláss tøk til børn, ið mega koma, sigur Jóhann Lützen í stuttariviðmerking til Norðlýsið.




