sigur Beinta Á. Gregersen leiðari í Virkishúsinum fyri Ung nú tveir stovnar og tveir leiðarar skulu húsast undir sama takið
– Sum eg skilji samtyktina hjá býráðnum, so skulu tað nú verða tveir stovnar og tveir leiðarar undir sama takið á Klaksvíksvegi 57 og tað verður sjálvsagt ein stór broyting fyri virksemið hjá okkum.
– Tað ber sjálvandi ikki til at Sodnhúsið við sínum starvsfólkum bara koma inn og seta alt tað, sum tey skulu brúka upp í hølunum hjá okkum.
– Vit noyðast at finna eina loysn – hvar verkstovurnar hjá Sodnhúsinum skulu halda til og ikki minst mugu vit fáa greiðu á hvør skal gjalda hvat. Virkishúsið er ein komunalur stovnur meðan Sodnhúsið er ein sjálvsognarstovnur og hvør skal gjald fyri hita – el, kaffi, vasking og aðrar útreiðslur??
– Sodnhúsið hevur mundandi fleiri starvsfólk enn vit hava og tí er skjótt til at vit í Virkishúsinum verða við undirlutan, tá avgerðir skulu takast so alt hetta skulu vit fáa uppá pláss áðrenn samanleggingin verður førd út lívið.
– Eg var sjálv á býráðsfundinum gjárakvøldið og tá var m.a. sagt at næmingar úr triðjaflokki, sum ganga í Virkishúsinum, nú skulu flytast út í Dávavirkið – men tað er ógjørligt.
– Fyri tað fyrsta er einki fólk har úti og harafturat eru hølisviðurskiftini als ikki egnaði til børn í hasum aldrinum.
– Hvørki eg ella leiðarin fyri Sodnhúsið hava verið á nøkrum fundi í sosialu deild ella við sosialu nevnd um nú samtyktu samanlegging og tað haldi eg hevði verið uppá sítt pláss.
– Harafturat skal frítíðarskúlin, sambart býráðssamtykt flyta yvir í gamla tekniska skúla um hálvt annað ár.
Dávavirkið ikki optimalt
Tá Dávavirkið varð sett á stovn vóru nógvar spennandi ætlanir við stovninum.
– Visónirnar sum vit høvdu fyri húsið eru langt frá náddar og í dag er aktiviviteturin tí avmarkaður.
– Dávavirkið fær einar 420.000 krónur um árið harav 300.000 krónur verða brúktar í beinleiðis leigugjaldið. Sìðani eru útreiðlsur til el og hita so har er ikki nógv eftir. Fyri at fáa endarnar at røkka saman vóru vit noydd til at siga vaskifólki úr starvi.
Sambært leiðaranum í Virkishúsinum eru umleið 15 bólkar knýttir at Dávavirkinum.
Beinta Á, Gregersen sigur annars at nú mugu tey bara royna at fáa tað frægasta burtur úr – og tey taka tað sum ein spennandi avbjóðing at fáa samanløgdu stovnarnar at virka so optimalt sum gjørligt




