Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vit kunnaðu Høgna Hoydal í tveimum førum um fluttu veiðuloyvini í oktober mánaða 2016

John William Joensen

Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag sigur, at felagið kunnaði landsstýrismannin í fiskivinnumálum um, at veiðiloyvi hjá línuskipinum Helenu varð flutt til uppisjóvarskipið Slættaberg longu í oktobermánaða í fjør.

Í samband við eina ósemju millum reiðaran hjá Slættabergi, Hanus Hansen og okkum, vóru vit komin hartil, at vit ætlaðu at seta tiltøk í verk. Í hesum sambandi høvdu vit landsstýrismannin á fundi við okkum í oktober 2016, her í hølunum hjá Fiskimannafelagnum á Bryggjubakka. Har kunnaðu vit hann um at veiðuloyvi var flutt frá línuskipinum Helenu til uppisjóvarskipið Slættaberg. Og eisini bleiv landsstýrismaðurin kunnaður um hetta á fundi tá felagið legði fram uppskot um nýskipan av fiskivinnuni.

Kunningin varð gjørd munnliga, og tað er eingin ivi fyri mær at landsstýrismaðurin hoyrdi og skilti tað sum sagt varð, sigur Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum.