Tey, ið skipaðu fyri Sundalagsstevnuni í ár, høvdu heitt á eysturoyar-tingmannin hjá Tjóðveldisflokkinum um at flyta fram røðu, á miðnátt leygarkvøldið.
Frammanfyri missiónshúsinum í Hvalvík var fjøld av fólki úr ymsum heraðshornum savnað í góðveðrinum, og fremstur í mannamúgvuni stóð hin treysti tjørnuvíkingurin, 96 ára gamli Dávur Davidsen. Blíðskapurin var øgiligur, og á miðjari nátt, ávegis inn í Eysturoynna aftur, varð stokkið inn á gólvið hjá Dáva, á Mørkini í Streymnesi. Minnið er sum á fíli, og tosað varð um leyst og fast, serliga um tíðina táið hann var við skonnartini ”SANNU” saman við abbanum í tríatiárunum í hinari øldini. Ikki hvønndagskostur, at fáa livandi dokumentaraða søgu lagda fram, sum er so forn og áhugaverd og hartil avgerandi fyri lívið í oyggjunum tá og grundarlagið undir samfelagnum, sum vit hava skyldu til at menna og flyta víðari fram á vegin.
tórbjørn jacobsen
Jógvan í Jóhanstovu kemur aftur av seiðabergi, meðan aðrir hvalvíkingar koma lúgvaðir úr bønum við líggja og rívum. Táið hann møtir Jákupi og Magdalenu steðgar hann á, tekur um pípuheysin og snýr honum uppeftir, trýstir túthúgvuna aftur á nakka og mælir av munni lítandi út í fjarska: ”Æja, æja, tað er svá mangt øvut í lívinum; her komi eg av seiðabergi, vær endum har, sum vær byrjaðu. Nicolina bað meg fara út á brúnna og vita, um eg mátti fáa nakrar stertar upp í pottin. Okkum vardar einki um hoyggj og terra, nú ið vit mistu eisini hesa kúnna. Tað er, sum presturin sagdi sunnudagin: alt fer, fer sum eftir ánni. Ja, tað fer langt burtur og kemur aldri aftur. Hvar fer tað?”
Sjálvt um lívið er øgismikil ferð yvir stórt hav, sum Jógvan tók afturíaftur, og alt fer sum eftir ánni, hava vit, ið eittans eru ljósblunk í rúmliga tíðarhavinum, skyldur at røkja arvin og lata hann frá okkum í sama ella betri standi. Og hóast heimurin alt meira er vorðin ein felagsbústaður hjá okkum øllum, so liggur okkara heimur fyrst og fremst framman fyri egnar føtur og skyldan er hareftir. At virka í, menna og serliga at røkja hendan partin av skapanarverkinum, sum eksplicit varð okkum tillutaður at varða av.
Komi at hugsa um snúsfornuftina, tað sum bretar rópa common sense, ið legst menniskjanum til, alt eftir umstøðunum. Táið Símun ber fyri munni, at nú er ikki at standa, nú ræður um at bjarga inn undir lonir, norðmaðurin hevur fyri løtu síðani boðað frá ”tjúkningi” á Tampinum, ælingi á Stóregga og regni um Føroyar. Og Fríðrikur á hestbaki táttar í teymarnar og svarar: ”Eg leggi einki í, hvat Norðmaðurin og Danin siga! Vit hava Sneisina; í dag boðar hon frá góðum; vær eigum at líta meir uppá várt egna og nýta teir møguleikar, sum eru heima hjá oss sjálvum.”
Sundalagið lá fyri teimum flestu, sum ein óatkomilig enklava í øldir. Eitt in the middle of nowhere fyri tey sum búðu báðumegin pompøsu fjallarøðirnar, ið randa hesa oasuna, sum Rikard Long yrkti so vakurt um: ”Stolt reisir landið í treystari vón, og rodnar í frískari elli, man aldri síggjast fagrari sjón, enn sólskin á nón, og vársnjó á Halgafelli.”, og sum í verkligu menningini av undirstøðukervinum so brádliga gjørdist kjarnin í sjálvari miðjuni, miðstaðarøkium.
Vit, sum búðu í Syðrugøtu og seinri á Glyvrum høvdu hóast fá, tó okkurt ýtið at miða okkum eftir. Partur av genetiska samankókinum í mær er úr Hvalvík. Oldurabbin, Hans Jacobsen, var føddur her í 1820 og giftist í 1844 út á Glyvrar, við Kristionnu, elstu dóttrini á Heimistovugarðinum, sum hann festi seinri, táið ongin sonur var í systkinaflokkinum. Abbi tosaði tíðum um abban, og helt nógv av honum. Í Gøtu búðu og búgva framvegis tvær konur higani, sum góvu okkum eina góða mynd av hesum fjarskotna landi. Jana úr Hvalvík og Hentsia úr Streymnesi, sum forrestin er mamma uppisjóvarrisan Dunga-Jákup. Konubrot, sum í mínum hugaheimi eru talandi dømi um, hvussu neyðugt tað er at vera varðugur um týdningin av, at tú mótvegis fremmandum altíð ert ein spegilsmynd av tí jørðildi, tú ert runnin úr. Og øvut. Ein spurningur um image, sum ongantíð, í longdini í hvussu er, verður annað enn eitt afturljóð av tí, sum tey undanfarandi leggja sum botn í sálarlív hins einstaka, og sum mennir seg samsvarandi viti og umstøðum á ferðini yvir stóra havið.
Fyri okkum, sum búðu eystanfyri fjallarøðina, var Sundalagið tað, sum teir nú eru farnir at rópa ein fløskuhálsur. Dagarnir, táið mjólkabáturin gjørdi hendan marathontúrin, bygd úr bygd, av Havnini inn á Skálafjørðin, mundu fáa mong ókvæmisorðini oman yvir seg. Nú kákar alt um rationalitet og logistikk, men bara í okkara tíð tók tað dastið av degi at flyta seg teinin, sum um fá ár kann fáast frá hondini eftir fjórðingstíma í bivreið undir Tangafirði. Soleiðis umskiftist alt. Sum Tróndur tók til. Og ongin ivast í dag, at stóra íløgan í samskiftið og undirstøðukervið, er tað sum verkliga menti Føroyar til eitt vælferðarsamfelag. Autostradirnar, brúgvin og bergholini vóru høvuðsaversiónin hjá útlendingum, serliga dønum og fjølmiðlum teirra, táið brotasjógvarnir skúraðu alt omanav í kreppuárunum, men stóru visiónirnar hjá Helmsdal og øðrum vórðu tað sum stóð eftir, fundamentið, sum samfelagið aftur menti seg frá, og haðani vit sveiggjaðu okkum upp á eitt europeiskt støði aftur.
Hvalvík er gomul kirkjubygd, og bara tvær kirkjur í landinum eru eldri enn hendan, – Mariukirkjan í Kirkjubø og Dómkirkjan í Havn. Prestarnir hava verið fleiri, meira og minni sjaldsamir. Eisini í dýbd og mæti. Eitt ýtið frá hesum leiðum, sum seinri dagaði undan, var Viderø prestur. Skálvíkingurin, sum fjakkaði um lond í Europu, Asiu og Afriku. Hitti pávan. Skrivaði upp í leypar av søgu, ferðasøgum og heimspeki plagdi onkuntíð at vitja um okkara leiðir i prestaørindum, og tá gisti hann altíð hjá abba mínum á Glyvrum. Tá visti eg ikki, at hetta var kastali, ein skansi, av viti og djúptøknari hugsan – eitt fjall á tremur av intelligensi. Tíðliga á fótum, á hálvari nátt, var hann búgvin til fyrstu rembingarnar í fimleiki, seinri kundi hann døsast so burtur í fjarsku, í samrøðu við abban, á hvør sínari divanu í fínaru stovuni, at hann onkuntíð gloymdi gudstænastuna, ið hann var komin at halda fyri sóknarbørnunum um okkara leiðir. Hann týddi meginpartin av gamla testamenti, og Hvalvík er vorðin søgulig, táið stórur partur av eldra sáttmálanum er fluttur úr frummálinum í móðurmálið í prestagarðinum her í bygdini. Trot var á pappíri tá, og skyldmaðurin Petur Martin, pastor emeritus Rasmussen helt fyri í einum fyrilestri, táið hundrað ára føðingardagshald varð hildið fyri Kristian Osvaldi, sála, at ein partur av umsetingini varð skrivað á gamlar havragrýnspakkar og kartengur, sum prestur í vinavold hevði fingið í handlinum hjá Ólavi. Malakias er neyvan týddur í Hvalvík. Sambært Kristeligt Dagblad, so hevði kirkjumálaráðið danska steðga lønarflytingini til Hvalvíks prest, tí hann var burturblivin, og ongin hevði hoyrt frá honum somikið leingi, at donsku embætismenninir avrættaðu hann á pappírinum, helst hava teir hildið hann gingið seg í óføri – berføttur í onkrari kleivu í heilaga landinum. Táið teir fáar dagar seinri fingu fjarrit úr Tel Aviv við boðunum um, at týðingin av gamla testamentið, úr hebraiiskum í føroyskt, nú var liðug, saðlaðu teir um. Í hesum døgum verður hann saman við Dahl prósti og Victori Danielsen heiðraður á nýggjum føroyskum frímerkjum.
Nú er hetta alt nostalgi, og tó, ein latentur djúphavsstreymur í sálini og minninum.
Yvir sund, ígjøgnum fjøll og fram eftir mjúkligari lendi normaliseraðust Føroyar. Hvalvíkin og Streymnes gjørdust algongdar bygdir hjá okkum í torgingna grannalagnum. Fyrsti streymnesmaðurin man rendi seg í, eftir at koyrandi varð undir fjallinum, var Kristian Zachariassen. Grind í Funningsfirði. Stóri grøni Scania lastvognurin hjá Kristiani hevði funnið sær veg oman millum húsini, og glyvramenn spurdu, um hann hevði kunna flutt teimum hvalirnar út á Skálafjørðin. Tað stóð ikki á. Proppur var í, ólukkutíð vendi bivreiðin øvuta vegin, og táið røðarin hevði fingið litið upp í hendur at taka sær av fonginum, mundu vit báðir Kristian sita búraðir fastir í hesum ruðuleikanum í dastið av tveimum sólarringum. Hetta var fyrst í sjeytiárunum, og mítt unga sinni hugnaði sær óført í stýrhúsinum hjá Kristiani, hugfarsligur og fróður, hesin fyri mær ókendi maður, og tá hugsaði eg ikki um, hvat ið hann mundi halda um síðullaða popparan, ókliptur og órakaður í áravís, sum hevði fløkt seg upp á hansara Parnassos, men eg minnist bara, at vit tosaðu, sum um ongin munur var í árum, um leyst og fast, hann skilti kanska tað yngra ættarliðið betri enn fleiri av samtíðarfólkunum. Síðani tók at dragna í røðini og vit fingu snara lastvogninum, tvøstinum og spikinum og sett kósina suðureftir landinum. Vit vóru honum sera takksamir, skal sigast.
Nú er alt øðrvísi. Heimurin verður standardiseraður. Mentanarliga og kommercielt. Heilaga globaliseringin dregur sum ein sentrifuga, kapitalurin sentraliserast, og lynna og tæða vit ikki væl í egið jørðildið, og verja okkara egnu og serstøku mentan, og serliga málið, so verða ættarliðini kultiveraði samsvarandi amerikansku eindarmentanini, sum rekur úr alnótini. Skiftið er týðiligt. Táið ungdómar vóru á barrikadunum fyri kortum, í Fraklandi, royndi forsætisráðharrin at koma á tal við teir ígjøgnum sjónvarpið, men har var ongin responsur, bara tómt bergmál, tann miðilin er eftir øllum at døma passé, og ikonið, hin grótharði Jack Petersen, er tekin um tað sama. Alkendur í Føroyum langt fyri at nakar norðanfyri visti hvør maðurin var. Íspunnin á eini at kalla ókendari heimasíðu, nú dagliga umrøddur ímillum manna, eitt tekin um at frekvensurin er fluttur frá standandi almennu myndini, til zapparan, sum finnur út í hvønn krók heimsins. Menniskja fer at líkjast alt meira eini kamæleón, sum má hava antennurnar úti áhaldandi, skal tað fylgja við øgiligu ferðini, fyri ikki at vera tveitt av í harðligu svingunum. Sjálvt um tað regnar av himli við alskins tilboðum, sum skaldið sigur: í harlem, babi yar, rovaniemi, valpareiso, í havn og á bókasavninum, har tað harumframt lekur millum teori og praksis, meira enn heilin oftani er førur fyri at taka ímóti, at absorbera, so er umráðandi, alt avgerandi, at halda fast um mótstøðuførið, resistensin, sum bara er kjølfestan úr egnari mentan, søgu og máli.
Hetta kemur ikki av sær sjálvum, tað tykist materian at gera. Vøkstur er svarið. Glitur, skrúð og reytt skarlakk. Nýggju gullkálvarnir eita virðisbrøv, obligatiónir, transaktiónir, arbitrasja og partabrøv. Hvør sparibússa verður í hesum døgum tømd, fyri at keypa partabrøv í kolossinum, bankanum, sum hesi somu fólkini bjargaðu undan týning í ringastu kreppu nakrantíð. Ikki sørt, at hetta gevur assosiatiónir aftur til yrkingina hjá Líggjasi í Bø, um mannin og moldina. Eins og hann helt seg kunna eta moldina, tykist tað sum, at hesi nýggju aktiumenniskjuni halda seg kunna eta partabrøvini í Føroya Banka, ja, kanska kennast tey so euforiserandi, at onkur heldur seg sleppa til himmals við teimum. Hetta er ein gamal menniskjansligur veikleiki. Paulus ávarar longu um hetta í fyrra brævinum til Timoteus. Í sætta kapitlinum, ørindini 17, 18 & 19, er hann ógvuliga bersøgin, fyri ikki at siga eirindaleysur, táið hann boðar hesum unga manni frá: Teimum, sum eru ríkir í hesum núverandi heimi, skalt tú bjóða, at teir ikki mega vera hugmóðigir, heldur ikki byggja vón sína á hitt ótrygga ríkidømið, men á Guð, sum gevur okkum allar lutir ríkiliga til nýtslu, at teir skulu gera gott, vera ríkir í góðum verkum, vera gávumildir, beinasamir, so at teir savna sær sjálvum niðurfyri ein góðan grundvøll fyri komandi tíð, til tess at teir kunna grípa hitt sanna lívið.
Stutt er eftir til longsta dag. Hásummartíð. Ljósið sum lekir. Mennir uppdriftina og vónina. Gloymi ongantíð smábørnini á miðjari nátt, táið vit í polarsummarinum plagdu at koma inn ímóti eini grønlendskari bygd, og tey lupu og dansaðu sum smálomb á klettunum, tað ráddi um at brúka sólina á tamb áðrenn tørnað varð innaftur í vetrarniðuni. Soleiðis er alt livandi. Eisini her hjá okkum. Stevnurnar eru ein partur av hesum. Ljósinum. Kappróðurin. Fótbólturin. Festivalarnir. Lesandi ungdómurin, sum kemur heim úr útlandinum at súgva føroyska ljósið í seg, at fylla sær akkumulatorarnar, áðrenn hann setst aftur, undir ingeniørlampunum úti undir onkrari væðing í lestrarmetropolunum, at brynja høvdið til at dugna einum uppaftur betri vælferðarsamfelagi enn tey fóru frá. At lyfta tað upp í eina uppaftur hægri sferu.
Sundalagið er í fer við at menna seg til eitt kraftsentur. Vinnuliga í broddi fylkingar. Útgerðarmenn í heimsklassa, virkir, ídnir leverandørar í sethúsum við Helga sum spjótsoddi, betongblandarar, bøndur og handilsmenn og ikki minst raskir arbeiðarar. Eitt virkið fólk, sum ikki hevur hildið tað verið neyðugt, at havt bringuna frammanfyri høvdið. Í kommunuregi hava teir tikið hegnpelarnar upp, ivaleyst eftir ráðum frá Jean Jacques Rousseau, og lagt saman, og visti man ikki betur, var ein ivaleysur í, at Sunda Kommuna var ein av heimsins metropolum, táið Jallurin í Norðstreymoy, Heðin Zachariassen, gevur tingmonnum eina lektión í, hvussu sundalagsmenn takla teir ymsu trupulleikarnar, ið kunnu stinga seg upp har fjølmeingjað er við fólki. Í vídd næststørsta kommuna í landinum.
Her hava teir eisini havt revahald. Í tíðini táið tað seinri so kenda revagarðssyndromið varð spunnið í. Kastaði ein hundur sær á vatninum, varð hvør SEV-peli álopin av hundum úr øllum heraðshornum. Flakavirki á hvørjum tanga. Stállínuskip og trolari í hvørjari bygd. Og bátahylur har slapst fram at fjørðuni. Igulkerini fingu tó ongi bein at ganga á, hóast royndir vóru gjørdar syðri á landinum, fyri at økja um gessin í hinum fjarskotna Tokyo.
Nú eg standi her, koma til hugs myndir, íkomnar frá søgum og samrøðum. Hin fænomenali forteljarin Jóhannes Olsen. Stórmenni. Hann fær meg at hugsa um Hvalastøðina. Vænti ikki at tilmælið, sum nú er komið, kemur til høldar í praksis. Skula politikkararnir skilja tað neyðuga í at varðveita støðina, og tað skal hon, so eigur hon at gerast ein partur av Føroya Náttúrugripasavni. Tað eigur at verða flutt norður higar, og helst skal hon eisini dubbast til at taka ímóti stórhvali aftur, sum væntandi verður hjávinna í Føroyum, táið menniskja, eisini nýreligiøsir dýravinir og aðrir fantastar fara at skilja, at javnvágirnar í natúruni mega skipast og regulerast eftir burðardyggum kriterium.
Ein annar er Hanus á Heygnum. Maðurin og bóndin, sum stýrdi altfavnandi kommunala ravmagnsfelagnum í ørgrynni av árum. Onki stríð. Ongi óneyðug orð. Hábærið. Mær fyrikemur, at hann hevur stjórnað umboðsráðnum, sum ein annar aðalskrivari í politbureaui. Skilvíst. Hann var lógin. Lógin hann. Og eftirgjørda ljósið vann sær slóð inn undir hvørja væðing í landinum. Ivaleyst stundisligur í øllum, eg minnist í hvussu er, at sonur hansars Hóraldur, kendur granskari og harmonikuspælari, í studentatíðini á Kostdeildini í Hoydølum, varð settur at skipa fyri kimingini, táið allur riðilin av dreingjum skuldi í skúla, og táið etast skuldi í matstovuni. Hann røkti ódnina til fulnar. Har var ongin slingur í valsinum.
Kári Petersen er ein annar. Nú kendur búskaparfrøðingur. Í starvi hjá Landsbankanum og íðin debattørur. Einaferð smádrongur í Hvalvík. Sonur prestahjúnini Petur og Karolinu. Eitt sjaldsamt samankók av missión og skírnarstevnu, men tað forðaði teimum ikki í góðum samstarvi, av berari og blektari idealismu og filantropii, at lynna væl meira enn tey flestu undir hin veikara partinum av okkara fólki. Teir søgdu um aldarinnar skipara í hinari øldini, Júst í Túni, at hann keypti og gav fólki tað, sum hann helt tey hava tørv á. Óvanligt gávumildni. Seinasta átak hansara í føroyskari aling sigst hava verið í svimjihylinum her í Hvalvík. Hann og Karolina vóru systkin. Appropos fótbóltur, sum nú er vorðin ein subreligión í Sundalagnum, av góðum og væl skiljandi grundum, so vóru prestahjúnini og Kári einaferð suðuri í bretsku høvuðsborgini London og vitjaðu. Á ferðini júkaði Kári upp í saman aftur, at hann kundi hugsa sær at fingið ein ítróttarbúna líkan honum hjá kenda London-felagnum Arsenal. Hetta gav Karolinu stórt høvuðbrýggj. Samanskrúvað sum hon var, har mátti ongin sita eftir. Sosiala dimensiónin væl rúgvismiklari enn hjá nøkrum ideologiskt bundnum socialisti. Annaðhvørt keypti hon ongan búna ella keypti hon øllum dreingjunum í Hvalvík hendan sama búna. Hon tók eina eksistensiella avgerð, skuldi tað vísa seg, og valdi seinru loysnina. Mær er sagt, at hetta er orsøkin til, at at kalla allir hvalvíkingar í dag eru supportarar hjá Arsenal. Nógv er broytt síðani spælt varð í skotum og á strætum í bygdini. Nú blása aðrir vindar í verøld. EB/Streymur hevur fingið sítt Highbury, sítt Emirat stadion, frammi í dalinum, ein hóskiligur residensur hjá fremsta FM-kandidatinum í ár. Nomaduarábararnir, sum Viderø fjakkaði millum fyri fjøld av árum síðani, brúka nú oljufæið at keypa sær til stuttleika og undirhald í domum uttanlands, ongin veit nær teir ota seg fram í Saksunardal á hesi heimsferðini. Her er nógv hent síðani Bergur Magnussen tambaði meskarnar við sínum kanónskotum.
At vera burðardyggur er vorði ein dogma í okkara tíð. Nú alt fleiri vandatekin eru í sól og mána um, at menniskja er farið undir at forkoma sær egnum bústaði, klótuni, um tað ikki verður saðla um í stundini, serliga á umhvørvisøkinum, er tað lívgevandi, at serliga sundalagsmenn vóru frammalaga frá byrjan. Fyri sína tíð. Konfirmatiónsfelagin Jógvan Mørkøre var stavnamaður. Hetta fær meg at hugsa um profetiið í endanum á Ferð míni til Jorsala, skrivað eftir heimkomuna til Hvalvíkar, eftir at hann leyp upp á brúnna í Streymnesi við viðførinum úr heilaga landinum, har Viderø tykist hava havt varðhugan av verðurlagsbroytingunum, sum nú eru farnar at ríða monnum sum marran, hann sigur: ”Vit mala tær æviga nátt. Sólina vit sleingja burt á ókomandi leiðir. Vit mala hóstandi ísfjøll, sum knúst rapa niður úr norðannátt yvir fløtur og feitilendi. Vit sorla allar býir undir jøklaveldi – – -. Vit kvøða – við frostbitnum hjarta – – – til kvørnin klovnar.
Nýliga hava fornfrøðingar funnið heimsins fyrstu stjórn, regjering, í eini grøv í Mesopotanien. Tað tykist, sum hevur hon gjørt kollektivt sjálvmorð, helst tí at ongin stjórn hevði verið undan henni, sum hon kundi turka sína egnu politisku óhumsku í. Tað tykist vera blivin ein óskikkur, at sitandi vald, bara situr á rókini og sær ikki undandóttin, tað ræður um hugmóð og egnar sakir meðan livað verður av farnum skeivleikum. Valdsmenniskja tekur ikki í egnan barm, ongin nevndur ongin gloymdur. Soleiðis verður tað ikki framhaldandi hjá teimum, ið nú fara at stjórna heimsins londum, og á umhvørvisøkinum hjálpir ongin góða mamma, heldur ikki ein undanfarin stjórn, sum ikki dugdi at taka betri partar fyri seg, skal mannaættini verða lív lagað. Hakast má í materiellu girndina, útlátið má normaliserast. Samsvarandi Kyoto og øðrum millumtjóða sáttmálum, fyri at skipa javnvágirnar aftur. Alternativið er kolsvørt steinøld. Ætlanin var, at vit skuldu røkja og ikki misrøkja skapanarverkið, sum varð givið okkum, sum lán frá eftirkomarunum.
Takk eiga tit ið lýddu á og máttu tit øll somul havt eina framhaldandi góða stevnu.




